Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

KÍ-HB er størsti dysturin higartil í ár

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  27.04.2021 - 20:41 Ítrottur Tíðindi

Hóast vit bara eru í apríl, so kann talan blíva um ein avgerandi dyst.

Mikukvøldið kann nógv broytast í toppstríðnum í Betri Deildini. Tá møtast tey fýra bestu í innanhýsis dysti. Greitt er undan umfarinum, at KÍ varðveitir oddasessin, men munurin niður til verandi greipuvinnarar úr HB kann blíva tvey stig, fimm stig ella átta stig. Tað er ein øgiligur munur á. Dysturin millum NSÍ-Víking kann blíva dysturin um, hvat av hesum liðum skal vera fremsti avbjóðarin til KÍ og møguliga HB. Siga vit, at HB og NSÍ vinna, so vera bara trý stig frá nr. 1 til 3, men siga vit, at KÍ vinnur og NSÍ-Víkingur spæla javnt, so hava øll trý liðini aftanfyri KI minst átta stig upp til 1. pláss. So stigatalvan kann broytast nógv mikukvøldið, men hon kann eisini einki broytast, tí tveir javnleikir eru ikki óhugsandi heldur.

Mikumorgunin hevur Norðlýsið upptakt til dystin, sum byrjar mikukvøldið kl. 19.00.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…