Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

KÍ-HB: Upptakt

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  27.04.2021 - 06:20 Ítrottur Tíðindi

Í kvøld verður toppdystur í Klaksvík.

Gamli klassikarin er hesaferð eins og í gomlum døgum ein dystur millum nr. 1 og 2. Liðini hava síðstu árini í tíðarskeiðum kappast í toppinum, men ongantíð hava bæði enda í topp 2 samstundis.

Hesaferð er KÍ fimm stig frammanfyri undan dystinum. Hjá KÍ eru skaðar, sum raka hópin í løtuni. Seinast vóru Deni Pavlovic, Daniel Bjørkman og Bob Sumareh ikki tøkir vegna skaðar. Talan er ikki um álvarsamar skaðar, men teir vera neyvan allir tøkir hesaferð heldur. Síðani er spenningur um málmansplássið, tí Mathias Rosenørn vardi málið móti ÍF í sínum fyrsta dysti hetta kappingarárið. Árni Frederiksberg fór út í hálvleikinum móti ÍF, men hann er tøkur.

Hjá HB hava Mads Mikkelsen og Jákup Thomsen ikki verið við síðstu tíðina. Hinvegin er Sunday Odeh nú tøkur eftir, at hann hevur fingið leikaraloyvini uppá pláss.

Dysturin í Klaksvík byrjar kl. 19.00. Dómari verður Jóhan Hendrik Ellefsen. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði