Lýsing
Lýsing
Lýsing
Syðradalur á Kalsoynni

Syðradalur K – hin gloymda fótbóltsbygdin?

SKRIVAÐ: Jóan Pauli Jacobsen & Andras Sólstein  |  01.05.2021 - 09:26 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

Veðrið er gott, hóast kavakent, so skínur sólin og tveir fótbóltsáhugaðir menn hittast. Annar hevur júst sagt frá dystinum millum KÍ og NSÍ, og hin hevur sæð sonin tikið metið sum mest skorandi KÍ leikarin nakrantíð. Skjótt fellir prátið inn á fótbóltsleikarar av Syðradali á Kalsoynni. Báðir eru vit ættaðir haðani, Jóan Pauli Jacobsen og Andras Sólstein. Burtur úr prátinum kom eitt hugarensl og skjótt samdust vit báðir um at festa hetta á blað.

 

Kalsoyggin

Kalsoyggin er ein long og smøl oyggj. Úr Kallinum í Galvin er hon 19 km. Gera vit oynna upp í fjórðingum, so er talan um 12 fjórðingar og ein dalur er fyri hvønn fjórðing. Ein av hesum dølum rópast Syðradalur. Syðradalur K, tí ein annar Syðradalur er á Streymoynni.

Vestarumegin á Kalsoynni er mest berg og brattar líðir, á suðurendanum út móti Leirvíksfirði, síggjast húsaleivdir. Einasta stað at búsetast á er Blankaskáli, sum eisini er forn búseting. Har er væl vallað, góður sólargangur og góð gróðrarlíkindi. Um várið 1809 legðist tó stórkavi og óførir skalvar hópaðu seg upp í líðini oman fyri bygdina. So kom toybil, blot kom í kavan og beint omanfyri húsini leyp. Til alla lukku fór skalvalopið í tvíningar og kom oman báðumegin húsini. Lukkutíð stóðst eingin fólkaskaði av skalvalopinum og bert nøkur fá úthús brotnaðu. Stovurnar stóðu at kalla óskalaðar. Hesin tilburður loypti slíkan hvøkk í fólkið, at tey avgjørdu at taka til rýmingar og búseta seg á eystursíðuni, á Syðradali, og liggja í dag allar bygdirnar á Kalsoynni á hesari síðuni. Í 1816 vóru øll húsini liðug at flyta av Blankaskála til Syðradals, síðani hevur verið øskukalt á Blankaskála.

 

Tveir feigdardagar

Syðradalsbygd hevur tó ongantíð verið av teimum størstu, heldur ikki meðan hon var upp á sítt fagrasta. Men heldur ikki hon er sloppin snikkaleys. Tveir syðradalsbátar eru gingnir burtur. Tann fyrri gekk burtur 26. november 1926 við trimum monnum, sum allir búðu á Syðradali. Tann seinni gekk burtur 23. september 1963, somuleiðis við trimum syðradalsmonnum. Hesin seinni feigdardagurin gav bygdini mønustingin, tí eftir hetta upplivdi Syðradalur eina sanna fólkaflyting av bygdini. Fólkini fóru og komu ongantíð aftur til at støðast.

 

Fleiri fótbóltsleikarar hava ættarbond á Syðradali

Ongastaðni á allari Kalsoynni er slætt og hevur tú brúk fyri einum flata á t.d. 105 m x 70 m, so finst hesin flati ikki á Kalsoynni og als ikki á Syðradali. Heldur ikki finnur tú nakran FIFA vøll har, men fyrr kundu teir fara nakað niðan í dalin fyri at finna eina líkinda fløtu, tí er tað eisini rættiliga undranarvert, at so nógvir góðir fótbóltsleikarar hava ættarbond á Syðradali og hvør hevði grunað, at á Syðradali stóð vøggan hjá forfedrunum hjá fleiri mergjaðum fótbóltsspælarum.

Úr rúgvuni kunnu vit nevna Páll Andrasson Klettskarð, sum nú er mest skorandi KÍ leikarin í søgu felagsins, Jóan Símun Edmundsson, einasti føroyingur, sum hevur skorað í Bundesliguni í Týsklandi, Hansi Jacobsen, liðskipari og føroyameistari við KÍ í 1952, 1953 og 1954, Ólavur Thomsen, verjuskansin á 66-liðnum, Edmund Jacobsen, sum var millum fyrstu føroyameistarar hjá B68, Jóhannis Helgi Glerfoss, sum vann 144-0 við dreingjaliðnum hjá KÍ, Petur Ove Ellingsgaard, sum gjørdist føroyameistari við KÍ í 1991, Poul Juul Vilhelmsen, steypavinnari við KÍ í 1994, Hjalgrím Elttør, sum gjørdist føroyameistari við NSÍ í 2007, Niels Pauli Danielsen, føroyameistari við EB/Streymi í 2012, Símun Joensen, sum gjørdist føroyameistari við B36 í 2011 og 2014 og Olgar Danielsen, toppskjúttin hjá KÍ í europeiskum fótbólti og fyrsti føroyingur, sum varð seldur millum tvey føroysk fótbóltsfeløg, teir báðir føroyameistararnir og A-landsliðsleikararnir, Jóannes Kalsø Danielsen og Jóannes Bjartalíð.

Aðrir kunnu eisini nevnast: Bjørn Kalsø, Steffan Kalsø, Sørmund Kalsø, Símun Kalsø, Rói Guðjónsson, Karstin Joensen, Rúni Heinesen, Henry Heinesen, Edmund Josephsen, Hákun Edmundsson, Andreas Edmundsson, Ragnar Danielsen, Aksel Danielsen, Petur Ingvard Jacobsen, Petur Jul Jacobsen, Petur Oluf Jacobsen, Ivan Jacobsen, Andras Joensen, John Ellingsgaard, Kristoffur Svøðstein, Kristoffur Jakobsen, Bent Baldvinsson, Jósvein Jacobsen, Julius Purkhús, Bjarti Højbro (ÍF), Jóhann Højbro (ÍF), Bogi Kallsberg, Poul Kallsberg (Skála), Fróði Jacobsen, Tóki á Lógv, Sofus (Uffe) á Dalinum, Kjartan á Stongunum, Jógvan Sofus Vilhelmsen, Kristin N. Vilhelmsen, Jákup N. Vilhelmsen og Asbjørn Lómaklett á Tjaldrafløtti.

Konufólkini úr Syðradali duga eisini. Núverandi liðskiparin hjá KÍ kvinnum, Sanna Svarvadal, Súsanna Jacobsen, Malena Josephsen, Gerda Heinesen, Ása Frederiksberg, Linda á Stongunum, Jóhanna Andrea Jacobsen, Gerda Joensen, Maria á Kósini, Maria við Neyst, Kate Kalsø, Sigrid Jacobsen, Liljan Jacobsen, Eina Kalsø, Sofía Purkhús, Lovisa Østerø, Jetta Svøðstein, Rutt Gregersen, Anitha á Dalinum og Eivør á Kósini.

Liðleiðarin hjá KÍ í eitt mannaminni, Thom Jakobsen, er eisini ættaður av Syðradali og Sylvan sjálvandi. Dómarin Stephan Petursson hevur eisini ættarbond á Syðradali.

 

Venjari vunnið greipuna á báðum síðum

Venjararnir, sum hava vunnið greipuna bæði hjá gentum og dreingjum, munnu teljast á einari hond, um tað finnast fleiri yvirhøvur. Í 1997 var Hans Jacob Heinesen venjari hjá gentum 14-17 ár og í 2004 vann Hans Jacob saman við málkonginum, Páll Klettskarð, greipuna í smádreingjadeildini.

 

Gávuseyður siðvenja á Syðradali

Siðurin at lata gávuseyð er elligamal á Syðradali. Tá tvey eru gingin saman í hjúnalag og annað er føtt ella uppvaksið á Syðradali, so er siður, at tey heystið eftir fáa gávuseyð. Tað er tann besta geldærin, sum latin verður. Gávuseyðakvøldið er satt veitslukvøld í bygdini og flett verður inni hjá teimum, sum gávuseyðin fáa. Lagið er gott og blíðskapurin í hásæti, men í staðin fyri at tosa um vekt og merkur í tálg, so verða møguliga mál og avrik umrødd, tá afturat øllum øðrum góðum eisini verður boðið upp í steypið og fótbóltsbrøgdini verða havd á lofti.

Í dag eru fá fastbúgvandi á Syðradali, men bygdin hevur avgjørt sett síni spor í føroyska fótbóltsheiminum. Ivaleyst eru fleiri leikarar, so tit eru vælkomin til at leggja leikarar afturat.

 

Blankskáli

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…
- Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað…
Foto framsýning í Smiðjuni í Lítluvík 18…
Dáin 35 ár
Morgunsangur í Christians­kirkjuni
Innihaldið týdningarmiklari enn breiðar…
Ein Talgild Valskipan
Ætlan fyri orkuútbygg­ingar tey næstu fim…
JAMEN, VIT TJENA SO IKKI UPP Á HETTA HER…
TÝR Á NORÐ FESTIVALI­NUM 2024!