Lýsing
Lýsing
Lýsing
Poul Rustin hevur rikið Muntra seinastu 37 árini

Muntra 50 ár

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  06.05.2021 - 12:00 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Hósdagin 6. mai fyllir matstovan Muntra í Fuglafirði 50 ár. Við hesum er hon helst elsta sjálvstøðuga matstovan í Føroyum. Rundi dagurin verður hildin hósdagin 6. mai frá kl. 14-18 við góðari høvdasúpan, lagkøku, køkum og ymsum drekkivørum. Countrykongurin sjálvur, Hallur Joensen, kemur eisini á gátt at spæla nøkur løg, eins og onnur leggja leiðina framvið at spæla.

Matstovan hevur navn eftir horninum við gamla Piddasahandil, har fólk plagdu at hittast til góð prát. Hetta hornið var í fólkamunni nevnt Muntra, nakað sum Glade hjørn í Havn, so tá matstovan lat upp, var tað upplagt at nevna hana Muntra. Hetta øki var eitt sosialt miðpunkt við gamla handlinum og fiskastykkinum omanfyri. Tað var eisini á Muntra, at fólk komu, sum høvdu ørindir í Fuglafirði, eins og sjófólk og ferðafólk, sum eisini brúktu telefonboksina her.

Seinastu 37 árini hevur Poul Rustin rikið matstovuna, sum hevur egin veitsluhølir, men eisini hevur sera nógvar cateringuppgávur, bæði til stór og smærri tiltøk, almenn, vinnulig og privat.

Flestu føroyingar munnu kenna Muntra, hava vitjað matstovuna og hava heilsa uppá gestablíða Poul – og onnur hava kanska serliga hoyrt um høvdasúpanina hjá Poul. Eisini ferðafólk flest kenna matstovuna, har tey fegnast um stóra úrvali av fiskarættum og serstaka lokala tíðardámin. Muntra er eisini tann matstovan í Eysturoy, sum hevur hægstu meting á TripAdvisor, 4,5 av 5.

Poul Rustin bjóðar øllum vælkomnum ein túr inn á restaurant Muntra í føðingardag, so leggið tykkum endiliga leiðina til Fuglafjarðar hósdagin 6. mai.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum