Lýsing
Lýsing
Lýsing
Kristinn Guðmundsson hevur m.a. verið venjari hjá Volda í Noregi har hendan myndin er tikin | Mynd: Morenytt.no

Hondbóltur: EB spennir seg út

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  06.05.2021 - 23:00 Ítrottur Tíðindi

EB verður at síggja í bestu kvinnudeildini næsta kappingarár. Íslendingurin Kristinn Guðmunsson er settur sum høvuðsvenjari

EB hevur seinastu árini arbeitt miðvíst við ungdómsdeildunum í hondbólti. Hetta hevur havt við sær, at EB hevur lið við í øllum aldursbólkum bæði á gentu og dreingja síðuni. Hettar er eitt gott fundament, at byggja víðari á. 

Tí hevur EB í tøttum samstarvi við HSF gjørt av, at melda lið til í bestu kvinnudeildini næsta kappingarár.  

Kristinn Guðmundsson verður høvuðsvenjari hjá EB og fer at venja besta kvinnuliðið. Kristinn fer harumfrat at hava høvuðsábyrgdina av allari venjing og skal í góðum samstarvi við venjararnar hjá EB menna ungdómin í felagnum. 

Arbeitt verður eisini við, at finna venjara til 2. lið, ein málmansvenjara og ein styrkivenjara. 

 

Stutt um Kristinn

Kristin er 44 ára gamal og hevur drúgvar royndir sum venjari. Hann hevur verið venjari í bestu Íslendsku mannfólkadeildini í 12 ár, í bestu Íslendsku kvinnudeildini í 2 ár og í næstbestu kvinnudeildini í Noregi í 5 ár. 

Hesi árini Kristinn hevur verið venjari hevur hann vant børn og ung øll árini. 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund