Lýsing
Lýsing
Lýsing

Stabbin á Hellisenda - minnir

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  02.06.2021 - 23:07 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Fríggjadagin 4. juni kl. 16.30 avdúkar Dávur Høgnason, ið settur er á Stabban á Hellisenda. Myndin ímyndar ein kavara á lopfjøl.

Toymið undir Føroya Sjómannadegi, sum á sinni setti Kópakonuna upp í Mikladali, hevur staðið aftanfyri hetta tiltakið eisini, saman við Klaksvíkar Kommuna.  Í toyminum eru Ólavur Samson, Oliver Joensen og Olivur Thomsen. Ólavur Samson eigur hugskotið og Klaksvíkar Kommuna hevur stuðlað peningaliga.

Tosað hevur verið í mong ár um at gera nakað her á staðnum, eisini tí, at Stabbin, ið bleiv settur har av ungum monnum í Klaksvík í 1938 var nú í ringum standi. Vit hildu at hetta kundi vera eitt klípið til at vísa á áræði hjá teimum, ið stoyptu stabban og sum harafturat svumu her á sjónum hvønn dag í fleiri ár. Men tað fáa tit meira at vita um fríggjadagin tá lítið hátíðarhald verður á bakkanum við Hellisenda tá Kavarin verður avdúkaður.

Tað er okkara kendi listamaður, Archibald Black, ið hevur sniðgivið Kavaran, Blikksmiðjan hevur skorið hann til ímeðan Mekanor við Kjartan Hansen hevur staði fyri sveisiarbeiðinum, ímeðan TTS á Skarðhamri hevur staði fyri og stuðlað arbeiðinum við ljósi á standmyndini.

Borðoyarvík

Í mínum barnaárum og ungdómsárum var sera nógvur aktivitetur við Borðoyarvík. Helst hevur tað verið mest um summarið. Fram við fjørðuni sigldu vit við smáum bátum, sum vit antin høvdu gjørt sjálvir, ella kanska fingið frá onkrum sjómanni, ið hevði tilevna teir longu saltfiskatúrarnar við onkrum trolara í 50unum.

Av keiini á Flesjum sigldu vit so vestureftir, har klettarnir fingu nøvn sum Ísland, Grønland og New Foundland. Bátarnir høvdu ikki motor. Eitt band var fest aftanvert við bógvin á lítla bátinum, soleiðis at tá tú so setti hann á sjógv og togaði í bandið, sigldi báturin út frá fjørðuni. Tað var ymiskt sum dreingirnir dugdu at sigla, men summir vóru rættuliga kringir í at fáa bátin at halda seg uttanfyri øll skerini á vegnum.

At byggja jollur var eisini ein ítrótt. Eg minnist at vit fingu langa tíð at ganga við at smíða eina jollu í onkrum hjallara á Vágsheygnum. So var dagur í viku, tá “skipið “ skuldi sjósetast.

Tað var minni enn so altíð at jollan var tøtt fyrstu ferð hon varð sett á sjógv. So var at klína bik ella margarin í tað ringasta og so aftur at rógva. Eftir ein slíkan túr komu dreingirnir ofta buksuvátir aftur at húsum.

Minnist ikki til at nakað álvarsligt hendi við jollusigling, men ein stór vanlukka kundi hent við sigling av smábátum.

Eg minnist at eg var á støðni hendan dagin. Michael Olsen greiðir mær soleiðis frá um hesa hendingina: Vit vóru nakrir dreingir, ið høvdu stolið árabátin hjá Toftakarl. Tað var ikki so ringt veður hendan dagin, so vit fóru frá Støðni og vestur við fjørðuni, tó, eysturi móti Hellisenda vóru stór brot eftir lágætt . Tá kemur róp í á keiini, tað er Karl Andreasen,sáli, (Karl í Akursmørk), ið hevur mist lítla bát sín, sum hann sigldi við hendan dagin. Báturin rak inn ímóti Hellisenda og hann væntaði at hann fór at fara fyri onki, tí har var nógv brim.

Vit rógva so yvir og byrja at skjóta á inn í brimið, alt ímeðan Karl stendur á Stabbanum. Myndin stendur fyri mær enn, sigur Michael Olsen, tað kom eitt ógvusligt brot, vit royndu at rógva ímóti, báturin bleiv við at fara upp eftir brotinum, til hann koppaði afturyvir inn ímóti Stabbanum.

Karl var skjótur, hann dugdi væl at svimja, leyp í havið. Eg bleiv slongdur upp á land av briminum meðan Karl bjargaði hinum trimum. - Dreingirnir sum vóru við bátunum hendan dagin, vóru umframt meg, Oddmar Juul Samuelsen, Jens Christian Johannesen (Lill) og Jógvan Ziska.

Nógv afturat kundi verið nevnt frá barnaárunum her.

Nógv annað er sjálvandi eisini, um russaraboyur, russara sigarettir, Einkimaður og maki, at steina gøtuljós, at stinga skrubbur, at svimja á sjónum og mangt mangt annað, men tað verður á øðrum tingi.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…
- Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað…