Lýsing
Lýsing

Áheitan á nýggja Búskaparráðið

SKRIVAÐ: Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin  |  08.06.2021 - 13:00 Politikkur Tíðindaskriv

Nýggja Búskaparráðið eigur beinanvegin at ráðgeva politiska myndugleikan um, hvussu vit fáa fleiri fólk til føroyska arbeiðsmarknaðin. Vinnuhúsið hevur afturvendandi víst á áleikandi tørvin á lættari atgongd til arbeiðsmegi. Fleiri vinnuvirkjum vanta arbeiðsfólk. Tey finnast ikki Føroyum. Tí eiga vit at skipa lóggávuna soleiðis, at lættari verður at fáa útlendska arbeiðsmegi til føroyska arbeiðsmarknaðin.

Fleiri avbjóðingar eru. Við núverandi lóg er toluliga lætt at fáa ES-borgarar til Føroyar at arbeiða. Men tað vísir seg, at ikki altíð er lætt at finna ES-borgarar til ómannaðu størvini. Tað kann undra, men soleiðis er veruleikin. Tí er neyðugt hjá arbeiðsgevarum í fleiri førum at fáa arbeiðsmegi frá londum uttanfyri ES. Her hevur Útlendingastovan seinastu tíðina táttað í. Hetta í sambandi við, at føroysk umsiting av útlendingamálum nú verður sett í verk. Útlendingastovan mennir føroyskar mannagongdir, sum hava við sær, at vit halda fast við skipað og javnrøtt viðurskifti fyri útlendingar á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

 

Onkrar avbjóðingar eru við at fáa útlendingar til Føroyar at arbeiðs. Arbeiðs- og uppihaldsloyvini vara 1 ár í senn. Men við verandi útlendingalóg, sum er donsk, ber til hjá einum, sum hevur fingið eitt 1-ára arbeiðs- og uppihaldsloyvi, at søkja um familjusamanføring. Hetta er ein óheppin áseting. Tí tá 1 ár er farið, kann henda, og tað hendir ofta, at arbeiðs- og uppihaldsloyvið ikki verður endurnýggjað. Tá skal so øll familjan av landinum aftur, tí arbeiðs- og uppihaldsloyvið hjá tí eina er útgingið.

 

Búskaparráðið eigur at kanna hesi viðurskifti. Hvør er tørvurin á arbeiðsmegi ídag. Hvør verður tørvurin um 5 ár, 10 ár osfr. Farna Búskaparráð legði sera áhugaverda frágreiðing fram um tørvin á arbeiðsmegi á almenna arbeiðsmarknaðinum fyri komandi árini. Mangt bendir á, at arbeiðsmegis-tørvurin á privata arbeiðsmarknaðinum verður eins stórur - um ikki størri.

 

Vit eiga tí beinanvegin at fáa politisk tilmæli um, hvussu vit lætt og smidliga fáa fatur í fleiri hondum til arbeiðis, hvussu hetta kemur at ávirka samfelagið og hvørjar lógarbroytingar eiga at gerast.

 

Bill Justinussen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stríðið steðgar ikki her
Kringvarpið noyðist at spara
Nema og Trygd gera avtalu um burðardygga…
Inga og Lina seinasta arbeiðsdag
Nú sleppa øll ókeypis at leita í tinglýs…
Myndarøð: KÍ vann 4-0 á skerdum ÍF-liði
Myndarøð: KÍ - EB/­Streymur/­Skála spældu…
Stríðið er av – men hvør vann?
Skrokku­rin hjá Christian í Grótinum verð…
Upptakt: KÍ-ÍF
Norð­oyastevnuróðu­rin verður 24. juli
Myndarøð: KRF hátíðarhelt góðu úrslitini…
3. deild vann stórsigur í Suðuroy
Klaksvík­ingur, Páll Fangi og Fípan Fagra…
Kristian Joensen til EB/­Streym
EM studio 4
Álop á okkara vunnu rættindi
Røða til próvhandan­ina hjá Dugna
28 lærlingar fáa prógv
Stórtíðindi úr Syðrugøtu: Aurora kemu…