Lýsing
Lýsing
Eitt sjónligt úrslit av klossutu handfaringini hjá Landsstýrinum er at føroyska fagfelagsrørslan savnast í hesum døgum - og tað ger hana sterka. | Mynd: kvf.fo

Verkfall og -bann uttan vinnara

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  16.06.2021 - 23:54 Leiðarin Politikkur

Verandi stríðið á almenna arbeiðsmarknaðin millum Føroya Pedagogfelag øðrumegin og Kommunala Arbeiðsgevarafelag og Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum hinumegin er av teimum margháttligu. Talan er um bæði verkfall og lutvíst verkbann, nærum ongi undantøk eru givin, og eftir bara hálvan annan dag vildi Helgi Abrahamsen í Løgtingið at lóggeva ein part av námsfrøðingunum aftur til arbeiðis.

Talan er ikki um ein arbeiðssteðg, sum vit vanliga kenna teir. Mangt óvanligt hevur verið. Pedagogfelagið lýsti við 24-tíma verkføllum hjá ymiskum bólkum ymiskar dagar. Bikarið fleyt yvir í Lønardeildini, og námsfrøðingarnir í 24-tíma verkfalli fingu boð um ikki at møta aftur, fyrrenn nýggjur sáttmáli var gjørdur. Men arbeiðsgevararnir bóðu kortini námsfrøðingar koma til arbeiðis aftur, bara aðrastaðni enn har, teir vanliga arbeiddu.

Sum um tað ikki var nóg margháttligt, so hevur stuðulin frá hjálparfólkunum í besta føri verið lunkaður, men rættast er helst at siga, at hann hevur verið lítil og ongin. Har tykist vera ein ósemja millum faklærd og ófaklærd.

Óvanligt er eisini, at Pedagogfelagið gevur munandi færri undantøk, enn tað plagar. Hetta er uttan iva tí, at fyri trimum árum síðani, tá felagið eisini var í verkfalli, so vórðu munandi fleiri undantøk givin, og eitt av úrslitunum var, at verkfallið gjørdist sera drúgvt, tí tá tær neyðugu funktiónirnar verða útintar kortini, er als ikki sama drívmegin í KAF ella á Lønardeildini til at finna eina loysn.

Somuleiðis er óvanligt, at Landsstýrið leggur uppí longu eftir 1½ dag av verkfalli, og her sigst orsøkin vera, at Almannaverkið hevur rópt neyðarróp, tí lívsneyðugar funktiónir verða ikki útintar. Fíggjarmálaráðharrin hevur útgreinað hetta við, at onkur av borgarunum undir Almannaverkinum varð vorðin innlagdur av hesum sama.

Tað er ikki nógv at taka seg aftur í, at fólksliga opiniónin liggur nærri Pedagogfelagnum enn hjá arbeiðsgevarunum, men stuðulin er ikki so eintýðugur kortini, tí enn veit almenningurin onki um krøvini hjá Pedagogfelagnum. Gjørligt er tí ikki at gera sær sjálvstøðugar metingar av, um krøvini eru rímilig. Tað er likið út millum rivjabeinini, at Pedagogfelagið ætlar sær meira enn bert lønarhækking, og óváttaðar keldur vilja vera við, at Pedagogfelagið nærmast roynir at gjøgnumføra ein reform umvegis lønarsamráðingarnar.

Mótparturin hjá Pedagogfelagnum hevur eisini handfarið málið klossut. Til hvørja einastu ósemju verður ført fram, at tá friðartíð verður aftur, so skal ein loysn fáast uppá lívsneyðugu funktiónirnar. Men so skjótt blekkið er tornað á nýggja sáttmálanum, er alt gloymt um, hvat skuldi gerast í friðartíð. Landsstýrið hevur við síni klossutu handfaring savnað føroysku fagfelagsrørsluna - og tað ger hana sterka. 

Hvat fer at henda nú, er óvist. Samtykkir Løgtingið at lóggeva sáttmálan í gildi fyri nøkur starvsfólk, so fer ein avleiðing heilt víst at vera, at verkfallið fer at vara leingi, tí tá verður bróðurparturin av trýstinum tikin av herðunum hjá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum og Lønardeildini. Og tað trýstið verður uppaftur minni, tá komið verður inn í summarfrítíðina.

Ilt er at meta um, hvussu næstu leikirnir verða leiktir, men tað er í øllum førum greitt, at hetta verður eitt stríð uttan nakran vinnara.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seyða­sýningin fyri Borðoynna 2021 útsett…
Stórar tunnilsverkætla­nir elva til stóra…
Theodor H. Sólbjørg 80 ár
Títlingur lítli
Nýtt lag frá I AM
Tummas: Vit fara á fund seinnapartin
Ránsætlan Fólka­floksins
Gev okkum eina Bíbil
Fráboðan
Tiltakið útsett - 100 ára minnisløta fyr…
Áheitan frá Team Klaksvík
Korona órógvar lands­kappingina
Høgni Mohr við bókaútgávu
Borgar­stjó­rin: - Støðan er undir kontrol…
Samhaldsfesti heldur enn Tunnilsfesti
Fimleikafagnaðu­rin útsettur
Asfalts­arbeiðið á Klaksvíksvegnum
Heimaflotin og búskapar­frøðingurin
Lands­læknin: Smittutøl­ini helst yvir 100
Støða verður tikin um ársveitsluna mikud…