Lýsing
Lýsing
Lýsing

Enn ein megnar dagur hjá Mentanarhúsinum

SKRIVAÐ: Tekstur og myndir: Dávur Winther  |  17.06.2021 - 20:05 Mentan Tíðindi

Í dag kl. 15 varð boðið til hátíðarhald í Mentanarhúsinum í Klaksvík, tí her var reisigildið. Teir sjey tons tungum høvuðsdragararnir, sum samstundis eru teknikbrúgvar, vóru komnir upp at liggja -  Klaksvíkar Hornorkestur spældi og røður vórðu hildnar.

 

Jóhanna C. Christiansen hugleiddu um byrjanina og ta stuttu tíð, byggingin hevur tikið – Eitt ár frá at rættiliga var farið undir at byggja, til tað longu nú tað eftir einum ári longu var reisigildi.

 

Eisini hevði Klaksvíkar Sjónleikarafelag eina hugvekjandi hugleiðing um teirra leiklut í komandi Mentanarhúsinum  - við skeivum og skemtiligum vinklum.

 

Gongst eftir ætlan, verður flutt inn komandi summar.

 

Boðið var inn til byggifeløg, rárðgevarar, býráð, stýri og stuðlar. Men sjávandi vóru menninir, sum hava staðið fyri byggingini í miðdeplinum – Hetta eru dugnaligir menn frá Rumenia, sum Klanjon hevur leigað inn til uppgávuna. Teir hava evnað frálíku tekningninarnar hjá Ósbjørn Jacobsen til eitt snotiligt hús í miðdeplinum í Klaksvík.

 

Tað er kanjon sum í partalagi hevur havt útførandi leiklutin og Ósbjørn Jacobsen Arkitekrar hava verið høvuðsráðgevarar.

 

Ein gleðlig løta í góðum veðri, har tónanrir frá Klaksvíkar Hornokestri, Halli og Beddy setti dám á og ikki minni vælsmakkandi lamba- og grísakjøtið hjá Gepettu gjørdu løtuna eggjandi og deiliga.

 

Øll vildu sleppa framan og øll kendu sær ognarskap í hesi spennandi verkætlan – og tað fløvanði, eins og veðrið var av tí besta hesa løtuna.

 

Føroya Bjór skal eisini hava tøkk fyri at svalandi drykkivørur afturvið.

 

Ein sonn hugnalig løta, sum staðfesti, at um bert eitt ár verður flutt inn í nýggja Mentanarhúsið í Klaksvík!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB