Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fleiri uppsagnir á veg í Kringvarpinum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.06.2021 - 08:21 Mentan Tíðindi

Norðlýsið skilir, at Kringvarpið skal finna 6. mió í sparingum

Í gjár frættist at trý fólk fara úr starvi í Kringvarpinum eftir summarferiuna. Spurningurin um uppsagnir var á lofti beinavegin. Vit settu okkum í samband við Ivan Hentze Niclasen, kringvarpsstjóra. Hann váttaði tíðindini, men segði at tað vóru tíðaravmarkaði størv og tey vóru ikki longd.

Talan er um Jákup Dahl, Sáru Jógvansdóttur og Leif Láadal, sum starvast á mentanardeildini hjá Kringvarpinum. 

Vit frætta frá keldum í morgun, at tey trý hava verið i starvi so leingi, at tey koma undir somu treytir sum fastansett, so leiðslan hevði kunnað sagt onnur fólk úr starvi. Norðlýsið hevur frætt, at grundgevingin hjá leiðsluni fyri at tað júst bleiv tey trý var, at tað hevði komið at sæð illa út, um man sendi fólk heim, sum hava verið har i longri tíð.

Norðlýsið frættir at starvsfólk eru skuffaði, ti leiðslan hevur valt at siga tey nýggjastu upp, sum eru produktivast og mest uppfinnsom.

 

Skulu finna 6 mió i sparingum

Leiðslan hevur avbjóðingar við rakstrinum og Norðlýsið skilir at Kringvarpið skal finna 6 mió í sparingum. Millum orsøkirnar eru at Savnsgull er flutt undir raksturin hjá KVF og at Gekkurin gevur minni inntøkur. Triðja orsøkin eru lønarhækkingar.
 
 

 

 
 
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik