Lýsing
Lýsing

Nú sleppa øll ókeypis at leita í tinglýsingarskjølum

SKRIVAÐ: Umhvørvisstovan  |  21.06.2021 - 07:57 Tíðindaskriv

Umhvørvisstovan bjóðar í dag fram nýggja tænastu á heimasíðuni www.tinglysing.fo. Her kunnu øll sjálvi leita fram tinglýst skjøl, talgilt og uttan kostnað.  

Tinglýst skjøl hava altíð verið almenn, men nú ber til ómakaleyst at fara inn á tinglysing.fo at leita eftir skjølum. Her finnur tú skeyti, veðbrøv og týðandi upplýsingar um fastognir og akfør. Hevur tú Samleikan, kanst tú rita inn og fáa fleiri upplýsingar, so sum hvat eini hús seinast eru seld fyri.

Tinglysing.fo er býtt upp í “fastognir” og “akfør.”  Velur tú at leita eftir akførum, kanst tú eitt nú síggja, um lánveitari hevur veðhald í bilinum, tú hyggur eftir. Leitingarnar verða ikki skrásettar nakrastaðni.  

Nógvar av upplýsingunum hava bert verið at fingið í pappírsútgávu, men nú er alt skjalasavnið hjá Tinglýsing talgilt. Eisini er ómaksgjaldið á 50 kr burtur, um tú nýtir tinglysing.fo.  

Tað eru serliga peningastovnar, advokatar og meklarar, ið brúka tinglýsingarskjølini nógv. Men nú kunnu øll hyggja at tinglýsingarskjølunum. 

- Vit fegnast um at kunna lata talgildu dyrnar upp, so øll kunnu leita frítt og ókeypis í almennu skjølunum. Hetta er eitt av stóru úrslitunum av samstarvinum við Talgildu Føroyar, sigur Sigurð Í Jákupsstovu, stjóri á Umhvørvisstovuni. 

Talgildu Føroyar og Umhvørvisstovan fóru í 2018 undir at skanna skjalasøvnini hjá tinglýsingini inn. Eitt av aðalmálunum hjá Talgildu Føroyum er, at tílíkar upplýsingar skulu vera tøkar, álítandi og ókeypis hjá øllum føroyingum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bjálvingin um at ríva seg leysa
Desperatur fólkatings­maður
Ódnin hevur bert havt smáskaðar við sær
Novo Nordisk Fonden játtar 123 mió. kr.…
Nøvan slitið í Haraldsundi
Bókaútgáva uttan samtykki
Kjølbro-messa á Spinnarínum
Pætur Á. Jacobsen og Jóhan Joensen stjór…
Kvikk landar á Kósini dag
Kenn tínar lyktir!
Temakvøld um Bókhald
Spejdernes lejr 2022 - Á stórari skótale…
Veðrið í vikuni
Føroyar gjørdu tað ótrúliga móti Turkala…
Myndarøð: Kyndil vann tepurt á Team Klak…
Greiður sigur til Kyndil
Fýra KÍ-leikarar frá byrjan
Team Klaksvík móti Kyndli í dag kl 17
Stjørnan - Kyndil í dag kl 15
Tøkk - Aðalbjørg og Nicolaj