Lýsing
Lýsing
"Erla kann taka bilar við", stendur. Ja, gamaní, men bara tríggjar. | Mynd: SSL.fo

Tragikomedia á Kallsoyarleiðini

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  27.06.2021 - 16:29 Politikkur Tíðindi

Síðani Norðoyatunnilin opnaði, og faktiskt nakað fyrr, hava kallsoyingar havt eitt rímiliga gott ferðasamband. Gamaní hevur bilferðslan til tíðir verið ring at svølgt, men til gerandis hevur strandferðsluflutningurin nærum verið nútíðarhóskandi. Sam tekur 13 bilar og kann hava 115 ferðafólk við hvønn túrin. Men nú verður ein Erla Kongsdóttir, ið bert tekur 3 bilar, sett inn á farleiðini. Og tað í hægstu summartíð.

Tað er rætt, sum SSL skrivar, at “Erla Kongsdóttir tekur bilar”. Men sambært heimasíðuni hjá SSL er hægsta talið av bilum – ja, haldið tykkum nú fast – tríggir bilar!

Á sosialu miðlunum verður spurt, um Erla Kongsdóttir man fara at sigla í pendulfarti til Kallsoynna. Har kunnu vit longu svara spyrjanum noktandi, tí SSL sigur, at Erla Kongsdóttir fer at sigla eftir somu ferðaætlan sum Sam. Hóast hon tekur 19 ferðafólk og 10 bilar færri verður ikki sett inn við eykatúrum.

Summarfrítíðin hjá skúlanæmingum er júst byrjað, ferðafólka-sesongin verður skjótt uppá tað hægsta, men hvat ger SSL? Skerjir ferðafólkakapasitetin við 16% og akfarskapasitetin við 77%. Og ætlan er at koyra uppá hendan mátan líka fram til miðskeiðis í juli, tá Sam væntandi og vónandi kemur aftur.

Hetta er als ikki nøktandi fyri hvørki fastbúgvandi, fólk við tilknýti til Kallsoynna, vitjandi annars, ella fyri ferðafólk. Fyri ikki at tala um fyri tunga ferðslu.

Erla Kongsdóttir byrjar á Kallsoyarleiðini í morgin, 28. juni, og Sam væntast aftur millum 12. og 18. juli.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Páll A. Klettskarð elskar stóru dystirna…
Afturvend­andi avbjóðingar­nar mugu loysas…
Flogbóltur: U 17 liðini til EM-kapping í…
Myndir frá KÍ - B36
Video: Tá føroyameistaraheitið hjá KÍ bl…
KÍ kvinnur­nar Føroyameistarar 2021
Klaksvík – eitt portur til Evropa
KÍ-kvinnur­nar fáa FM-steypið í dag
Upptakt: KÍ-B36
KÍ vann seinast, men vanliga stendur B36…
Unglingar settu eld á rúsur
Mánakøka (Kina)
HB spælt uttan lógligan venjara – sleppu…
MEGD 40 ár
Vit mugu verja Bústaðir
Stutt Flutt Føroysk Framleiðsla  
Bob Sumareh er toppskjútti í topp 5 dyst…
Veðrið um vikuskiftið
Vit síggjast við Djúpumýru
Norðlýsið á gøtuni