Lýsing
Lýsing
Nú er komið fram, at Erla Kongsdóttir ikki tekur nakað akfar við. | Mynd: SSL

Verri enn vit hildu

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  28.06.2021 - 14:48 Politikkur Tíðindi

Síðani vit á Norðlýsinum í farnu viku skrivaðu um, at Erla Kongsdóttir verður sett inn á Kallsoyarleiðini, og at rættiliga stór ónøgd var um tað millum kallsoyingar og fólk við tilknýti til Kallsoynna annars, er komið fram, at støðan verður uppaftur verri, enn vit hildu, og verri enn hvat stóð í lýsingini frá SSL.

Tá ið vit skrivaðu, at Erla Kongsdóttir tekur akfør, so var keldan ein lýsing frá SSL sjálvum, ið eisini sæst omanfyri hesa greinina. Men síðani hava vit umvegis teldupost fingið at vita, at Erla Kongsdóttir, hóast góðkend til at taka 3 akfør, ikki fer at flyta nakað akfar í heila tikið millum Kallsoynna og Borðoynna. Marin Hentze Gaardlykke, ferðslusamskipari hjá Strandfaraskipum Landsins, sigur, at kaiin ella ferjulegan á Syðradali er soleiðis háttað, at tað ikki er loyvt at flyta akfør umborð á Erlu Kongsdóttir.

Ein onnur rætting kom í sama viðfangi, ið er, at Sam siglir tveir túrar mánadagin 28. juni, og eru teir kl. 6:40 og kl. 8 av Klaksvík, og kl. 7 og 8:20 av Syðradali. Eftir tað tekur Erla Kongsdóttir við.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Páll A. Klettskarð elskar stóru dystirna…
Afturvend­andi avbjóðingar­nar mugu loysas…
Flogbóltur: U 17 liðini til EM-kapping í…
Myndir frá KÍ - B36
Video: Tá føroyameistaraheitið hjá KÍ bl…
KÍ kvinnur­nar Føroyameistarar 2021
Klaksvík – eitt portur til Evropa
KÍ-kvinnur­nar fáa FM-steypið í dag
Upptakt: KÍ-B36
KÍ vann seinast, men vanliga stendur B36…
Unglingar settu eld á rúsur
Mánakøka (Kina)
HB spælt uttan lógligan venjara – sleppu…
MEGD 40 ár
Vit mugu verja Bústaðir
Stutt Flutt Føroysk Framleiðsla  
Bob Sumareh er toppskjútti í topp 5 dyst…
Veðrið um vikuskiftið
Vit síggjast við Djúpumýru
Norðlýsið á gøtuni