Lýsing
Lýsing

Páll Klettskarð farin

SKRIVAÐ: Líggjas í Bø  |  28.06.2021 - 21:57 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Vit vóru vinmenn og samstarvsmenn í mong ár, og  eg fari at skriva nakrar reglur um hendan merkismannin í Haraldssundi.

Hann varð borin í heim í 1940, og vaks upp í tí gomlu føroysku mentanini, har dansurin var ein týðandi táttur; hetta merkti hann alt lívið.

Tað var nógv lív í honum, heilt frá smádreingi av. Arbeiðssamur sum eg veit ikki hvat, og  hevði altíð hug at royna okkurt nýtt. Hugurin stóð til sjógvin, har hann byrjaði longu sum 15 ára gamal. Hann var heilt ungur, tá ið hann á fyrsta sinni royndi at keypa skip.

Hann var ein íbirtari og  slóðari, sum vildi longur fram á leið.

Í 1977 stovnaði hann Handskarvirkið og riggaði verksmiðjuna til inni á einum neystalofti í Haraldssund. Ivaleyst fyrsta nútímans ídnaðarfyritøkan í eini lítlari føroyskari bygd. Har hann fór undir at framleiða serligar plastik arbeiðshandskar, sum vóru sera væl umtóktir og  seldir til tað arbeiðandi fólkið um alt landið.  Hetta er ein sonn sólskinssøga.

Men so eini 10 ár seinni loftaðu Kinamenn hugskotinum, og fóru at hópframleiða líknandi handskar, og tá vórðu brátt dagarnir taldir hjá virkinum í Haraldssundi.

Páll var altíð framfýsin og hevði gott dirvi. Eg havi ikki upplivað nakran so bráðan og ótolnan mann sum hann: alt skuldi henda beinanvegin. Hann var bragdligur og fúsur at ganga á odda, um tørvur var á tí. Tað var av sonnum stuttligt, at arbeiða saman við honum.

Saman við øðrum  keypti  hann so trolbát úr Fuglafirði, sum hann nevndi Ólivant. Tað gekst væl við hesum báti, og nøkur ár seinni lat hann nýggjan, meira framkomnan trolbát byggja í Íslandi. Hesin fekk heitið Dýrindal, og tað gekst eisini væl við hesum fari.

Dreymin um einar frælsar Føroyar varðveitti hann, og hann var loysingarmaður um ein háls.

Alt fær ein enda í hesum heimi. Seinnu árini var heilsan ikki góð, og hesin sterki maðurin mátti fáa hjálp frá øðrum.

Tað er við takklæti og sorgblídni, eg minnist hendan trúfasta vinin og heiðursmannin, sum nú er farin um evstu sýn.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin