Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: interpol.int

Áheitan á politiska myndugleikan

SKRIVAÐ: Magnus Hansen  |  01.07.2021 - 08:17 Lesarabrøv Mentan Politikkur

Aftur í år, 7 árið á rað,  er stórur ágangur á land okkara frá kriminella terrorfelagsskapinum Sea Shepherd Society og leiðara tess, Paul Franklin Watson.

Taktikkur teirra í ár tykist verða, at felagsskapurin fíggjar ferð og uppihald hjá norðurlendingum til land okkara við tí endamáli, at hesi skulu dokumentera “the Faroese psycopaths tradiotional blood sport”.

Felagsskapurin ferðast fullkomuliga ótarnaður kring land okkara og brýtur allar lógir, ið hava við grindadráp at gera og úrslitið er, at miðilin Face Book eins og ávísir -serliga enskir- miðlar, válka sær í hatrinum frá Sea Shepherd mótvegis okkum.

Mærvitandi er løgtingið okkara lóggevandi forum og tí skal áheitanin -kravið um tit vilja- vera, at tit beinanvegin seta í verk lógar- ella kunngerðartiltøk, ið einaferð með alla banna øllum, ið kunnu ávísast at hava nakað sum helst samband við felagsskapin Sea Shepherd Society og tess leiðara, Paul Franklin Watson -eftirlýstur á reyða listanum hjá Interpol-  innferðarloyvið til land okkara.

Tað ER tykkara skylda at verja land okkara.

Tað er tykkara skylda at verja fólk okkara og ikki minst er tað tykkara skylda, at verja okkara sjálvsøgdu rættindi at gagnnýta tað tilfeingið, ið okkum frá náttúrurnar hond er givið.

Tit eiga næsta leikin.

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
1.deild hjá KÍ er best eftir summarsteðg…
1.deild hjá KÍ spælir avgerandi dyst ley…
Seks leikarar vunnu steypakapping­ina fjó…
KÍ vann fyrsta steypið
Mjølnir vann fyrsta dystin
Epli og kjøt av Sandi
Rudda Føroyar
Groundhog day (USA)
Bárður Jákupsson í Gamla Seglhúsinum
Veðrið um vikuskiftið
U17-liðið hjá KÍ spælir steypafinalu í k…
Norðlýsið á gøtuni
Silvur­brúdleyp - Elisabeth og Sigmundur
Málmansvenja­rin er komin uppá pláss hjá…
Kom bara inn!
Myndir og video: Vóru eftir veðrum í Sey…
Fuglberg og Skoraberg landa á Kósini í d…
Stórt tunnilsblað næsta fríggjadag
Ársins Róland latin Anniku og Karin
Hin myrki 11. september - hjartanem­andi…