Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hetta eru vit

SKRIVAÐ: Hansa Hansen  |  01.07.2021 - 17:08 Mentan Tíðindi Vinna

Bløðini á ovastu hillini – tey føroysku bløðini - eru løtumyndir av okkum sjálvum. Soleiðis síggja vit út í løtuni, hetta hava vit upp á hjarta í løtuni og hetta er tað, sum gongur fyri seg hjá okkum fyri tíðina

Bløðini seta hvørt í sínum lagi sjóneykuna á partar av føroyska samfelagnum – á kvinnuna í Føroyum, á føroyskan fótbólt og á eldra ættarliðið í Føroyum. Hetta verður gjørt úr fleiri ymiskum sjónarhornum soleiðis at fjølbroytni í hugsanum, hugburðum og sjónarmiðum hjá fólkinum í Føroyum kemur til sjóndar. Føroysku bløðini eru tí týdningarmikil fyri okkara samleika.

Grundarlagið undir samleikanum hjá okkum, sum búgva í Føroyum – okkara tjóðarsamleika - er so mangt. Litríku og flottu bløðini á ovastu hillini eru ein partur av hesum grundarlagi. Summi hava tikið til, at júst okkara tjóðarsamleiki er í vanda, nú risastóru stroymingartænasturnar saman við sosialu miðlunum bjóða mentan kring allan heimin av.

Broytingarnar í miðlalandslagnum seinastu áratíggjuni hava havt við sær, at vit í Føroyum brúka minni tíð til føroyskar miðlar og tað, sum føroyskir miðlar bjóða. Ein kann seta spurnartekn við, hvat hetta hevur at siga fyri okkara felags samleika. Veruleikin er, at vit, føroysku miðlarnir, kunnu ikki kappast við tað útlendska. Tó so er okkara felagsskapur og samleiki verdur at stríðast fyri, og hetta stríðið megna føroysku miðlarnir ikki einsamallir. Vit mugu hava stuðul frá fólkinum.

Tí vilja vit á Fyndini eggja øllum tykkum at minnast til bløðini, sum á myndini eru á ovastu hillini, tá tit ogna tykkum okkurt at lesa í summarfrítíðini.

Vit á Fyndini ynskja øllum eitt gott summar. 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund