Lýsing
Lýsing

Málráðið valt av nýggjum

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  05.07.2021 - 11:21 Mentan Tíðindaskriv

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur tilnevnt nýtt Málráð fyri tíðarskeiðið 1. juli 2021 til 30. juni 2025.

 

Hesi eru tilnevnd:

Helena Kannuberg, forkvinna, MA í føroyskum, eftir tilmæli frá Føroyamáli.
Randi Kúrberg, næstforkvinna, MA í føroyskum, eftir tilmæli frá Námi.
Eyðun á Borg, lærari, eftir tilmæli frá landsstýrismanninum.
Meifríð Weihe Hansen, heilsurøktari, undirvísir í teknmáli, eftir tilmæli landsstýrismanninum.
Johan Blábjørg, fríyrkis teknmálstulkur og undivísir í teknmáli, eftir tilmæli frá Deyvafelagnum/Felagnum HOYR.
Rakul Skaale Andreasen, MA í føroyskum, eftir tilmæli frá Fróðskaparsetri Føroya.
Theodor E. Olsen, teologur, prestur, eftir tilmæli frá Javnstøðunevndini.
Elin Henriksen, lærari, eftir tilmæli frá Móðurmálslærarafelag Føroya.
Heri J. Joensen, teologur, prestur, eftir tilmæli frá Navnanevndini.
Bergur Rasmussen, lærari, eftir tilmæli frá Rithøvundafelag Føroya.
Lena Reinert, vísindaligt hjálparfólk á Føroyamálsdeildini, BA í føroyskum, eftir tilmæli frá Staðarnavnanevndini.
 

Málráðið verður sett sambært lóg um málráð og telur ellivu limir. Limirnir verða tilnevndir eftir tilmæli frá feløgum og stovnum, og landsstýrismaðurin velur sjálvur tvey umboð, og hann tilnevnir millum allar limirnar formann og næstformann. Málráðið skipar seg við eini starvsnevnd við fimm limum. Skipanin skal tryggja eitt breitt ráð, ið umboðar ymiskar fatanir.

Endamálið hjá Málráðnum er at røkja, menna og verja føroyska málið, undir hesum føroyska teknmálið, at vegleiða, ráðgeva og gera niðurstøður í málspurningum og at áseta føroyska stavseting.

Málráðið gevur landsstovnum og almenninginum vegleiðing, ráð og upplýsing um føroyskt í talu og skrift. Almennir myndugleikar eiga í størst møguligan mun at fylgja niðurstøðunum hjá Málráðnum.

Til ber eisini hjá stovnum og einstaklingum at venda sær til Málráðið við spurningum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Páll A. Klettskarð elskar stóru dystirna…
Afturvend­andi avbjóðingar­nar mugu loysas…
Flogbóltur: U 17 liðini til EM-kapping í…
Myndir frá KÍ - B36
Video: Tá føroyameistaraheitið hjá KÍ bl…
KÍ kvinnur­nar Føroyameistarar 2021
Klaksvík – eitt portur til Evropa
KÍ-kvinnur­nar fáa FM-steypið í dag
Upptakt: KÍ-B36
KÍ vann seinast, men vanliga stendur B36…
Unglingar settu eld á rúsur
Mánakøka (Kina)
HB spælt uttan lógligan venjara – sleppu…
MEGD 40 ár
Vit mugu verja Bústaðir
Stutt Flutt Føroysk Framleiðsla  
Bob Sumareh er toppskjútti í topp 5 dyst…
Veðrið um vikuskiftið
Vit síggjast við Djúpumýru
Norðlýsið á gøtuni