Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ein eldsál er slóknað

SKRIVAÐ: Ítróttarfelagið Treysti  |  06.07.2021 - 23:04 Ítrottur Merkisdagar & Kunngerðir

Leygardagin bórust boð um at Guttorm Sørensen, ella betur kendur sum Gutti, var slóknaður bert 52 ára gamal. Gutti hevur altíð verið ein stríðsmaður, og hevur hann kempað líka til tað síðsta. Hóast sjúkan hesa seinastu tíðina hevur merkt Gutta, so var hansara eldhugi so ljóslivandi.

Gutti var álitismaður, og hevur hann lagt eitt ótal av varðum eftir seg. Men tað sum hann einamest brendi fyri var frælsi ítrótturin í Føroyum, og so sjálvandi hansara egna hjartabarn Ítóttarfelagið Treysti, sum hann var við til at stovna og síðani endurstovna tá hann kom heim aftur til Føroya eftir lokna útbúgving í Danmark.

Líka síðani Treysti var endurstovnað hevur Gutti staðið á odda fyri at ment Treysti til eitt av stóru feløgunum í Klaksvík, ein sonn sólskinssøga. Eitt felag sum hóast ikki so nógv ár á baki kann vísa á eina ríka søgu. Seinasta stóra takið Gutti var partur av, var at fáa okkum í Klaksvík eina rennibreyt. Hetta er eitt arbeiði sum nú ber frukt, heilt sikkurt einamest tí Gutti við sínum treiskni, hevur virkað fyri at rennibreytin kann gerast veruleiki. Vit harmast at tú ikki megnaði at uppliva at breytin bleiv tikin í nýtslu. Vit fara inniliga at heita á avvarandi myndugleika um at breytin verður uppkallað eftir tær.

Mangan hevur verið sagt at einki Treysti uttan Gutta. Gutti, tú var ímyndin av felagnum, tú var Mr. Treysti, men ongantíð var tú formaður felagsins. Tú var nógv snildari enn so. Vit i Treysti hava mist eldsálina, sum brendi líka inntil hon slóknaði leygardagin. Frælsur ítróttur í Føroyum hevur mist ein vita, sum hevur víst vegin, og verið við til at ment ítróttina til tað hon er í dag.

Tað verður torført at fylla tað plássið tú hevur havt her í okkara felag, men sum yndissangarin hjá tær syngur, The show must go on. Tú hevur ment Treysti til eitt sunt og gott felag, og vit taka nú stafettina og bera hana víðari. Tú kemur altíð at verða okkara fyrimynd.

Góðu tit, Ingun, Jan Elmar og Kamilla, stórstur verður saknurin hjá tykkum, má Harrin styrkja tykkum í komandi tíðum.

Ærað verið minnið um eldsálina Guttorm Sørensen.

Ítróttarfelagið Treysti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona