Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hóast smittustøðan viðvíkjandi Corona ger, at løgmaður metir tað vera mest ráðiligt at avlýsa festivalar, liggur kortini ikki í kortunum at avlýsa ólavsøkuna. | Mynd: Løgmansskrivstovan

Løgmaður við tveimum tungum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  08.07.2021 - 21:25 Leiðarin Politikkur

Løgmaður hevur alment meldað út, at ongir festivalar eiga at verða hildnir áðrenn í fyrsta lagi 1. august. Og hesum tók so G!-festivalurin avleiðingarnar av og avlýsti. Men samstundis sigur løgmaður, at hann ætlar, at ólavsøkan bert tólv dagar seinni skal kunna verða hildin “so vanligt sum møguligt”, hvat tað enn merkir. Vit standa fullkomiliga spyrjandi?

Gamaní er ólavsøkan ikki nakar festivalur, men tað er logikkur fyri búrhøsn, at um tað ikki ber til at halda ein festival við kanska 4.000 gestum, so kann tað sjálvandi heldur ikki bera til at halda eina nógv størri stevnu við munandi fleiri gestum heldur. Her saknar Føroya fólk konsekvens, harra løgmaður!

Sigvør Laksá, fyriskipari á G!, harmast um framferðina hjá Landsstýrinum, og sigur myndugleikarnar hava skammað festivalfyriskipararnar og hava trýst festivalin til at avlýsa. Tað er tí ikki við teirra góða vilja, at tey avlýsa, men landið kompenserar hóast alt festivalin fíggjarliga, er lyftið.

So er spurningurin her í Norðoyggjum: Hvat hendir so við Summarfestivalinum? Um tað verður so, sum løgmaður væntar, at smittustøðan broytist so dramatiskt millum 17. og 28. juli, at tað verður forsvarligt at halda eitt risastórt tiltak sum ólavsøkuna, hóast tað ikki var forsvarligt at halda eitt minni tiltak sum G!-festivalin, kann løgmaður so kortini leggja trýst á fyriskipararnar av Summarfestivalinum og royna at pressa teir til at avlýsa?

Kann løgmaður tað, eftir fáar dagar frammanundan sjálvur at hava gingið á odda fyri eini skrúðgongu á einum nógv størri tiltaki enn Summarfestivalinum? Vit spyrja.

Vit sakna eina linju. Eftir at hava handfarið Coronastøðuna rættiliga væl, varð byrjað at slaka í mai, og síðani tá er tað vorðið meira ella minni ein vavgreytur. Fólk skulu í sóttarhald eftir komu til Føroya, men allíkavæl ikki, tey kunnu fara út, men ikki til stór tiltøk, og hóast tey longu hava verið úti, so kunnu tey kannast á 4. degi. Í praksis kann man soleiðis fara beint í býin í Føroyum eftir negativt úrslit frá kanningina eftir komu. Og hetta var í mai, langt áðrenn vit vóru komin í helvt við at koppseta føroyingar. Hvat skuldi tað til?

Við summartiltøkunum hevur tað somuleiðis verið ein vavgreytur av tí aðru verð. Norðoyastevna mátti avlýsast/flytast, jóansøkan fekk væl verið, Varmakelda kundi haldast, Fjarðastevna ikki, Sundalagsstevna ikki, Vestanstevna kann, men G!-festivalurin ikki (hóast sama vikuskifti), Fairy Island festivalurin kundi haldast, ikki Countryfestivalurin, og nú kann tað størsta tiltakið av øllum, ólavsøkan, eftir øllum at døma væl haldast, men ikki teir smærru festivalarnir. Hvussu hongur hetta saman, harra løgmaður?

Er alt bara eitt stórt PR-stunt, har politikararnir vilja brúka ólavsøkuna til at vísa seg fram í føroyskum klæðum á skrúðgonguni, og tí ikki vilja avlýsa hana? Alt Føroya fólk stendur spyrjandi, og vit eiga at kunna fáa eina frágreiðing frá løgmanni. Hvussu ber tað til, at festivalar norðanfyri verða trýstir og enntá fáa skattapening fyri at avlýsa, tá størsta tiltakið av øllum uttan víðari kann haldast?

Lýsing
Seinastu tíðindini
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík