Lýsing
Lýsing
Lýsing
Eitt lot diagonalt eftir eftir vøllinum í kvøld. | Mynd: www.coe.int

Dystarveðrið KÍ – RFS

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  15.07.2021 - 12:00 Tíðindi Veðrið

Nakað væl betri veður í dag enn í gjár. Ættin í morgun hevur verið útsynningur-vestan; vindferðin hevur ligið um 5 – 10 m/s.

Út á seinnapartin fer ættin at flyta seg niður ímóti suðuri. Í kvøld er hon komin niður í sunnan ella vesturhallan sunnan. Vindurin í dag og í kvøld fer at vera meiri ella minni, sum hann hevur verið í morgun – t.e. um 5 til 10 m/s - tó eitt sindur ójavnur í løtum.

So er tað, hvussu tað er við sýni og avfalli. Tað hevur verið klárt í morgun við sólglottum kring landið, og soleiðis kann eisini væntast, at tað er seinnapartin.

Men eitt lítið regnøkið er á veg hendavegin vestaneftir. Veðurstovur kring okkum eru ikki heilt samdar, hvussu nógv ella lítið, tað fer at gera um seg. Men tað fer at draga samanum út á seinnapartin (blíva meiri skýggjað), og onkrir dropar fara helst at detta niður meðan dysturin er – serliga í Vágum og í Norðurstreymi. Kanska okkurt smávegis er eftir til Norðureysturoy og Norðoyggjar, men vónandi lítið ella einki.

Vit fáa at síggja.

Tá ið dystur er í kvøld klokkan 20 við Djúpumýru ímillum KÍ og RFS, eru 5 til 10 m/s av vesturhallum suðuri. Hetta er av Háfjalli og oman á vøllin.

Loftið fer at vera eitt bland av høgum og lágum skýggjum, og møguliga onkur ælingur er.

Hitin fer at liggja um 12 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Annfinnur heldur fram sum formaður
Jól og góðveður
Klaksvík­ingur er mannaður til 2026
Jóla­heilsan frá Stjørnuni og Polarhav
Fyrstu ábendingar um KÍ-hópin í 2026
Ísurin er ordiliga góður
- Nógv er framt, og annað spennandi sten…
Grønari og bíligari orka til øll
Bylgju Cup 2025
Børnini tosaðu við Stubba
Jobmatch gevur ítøkilig úrslit
Ein vøkur siðvenja – 75 ár á baki
Evangeliskt sangmøti í Hermon í Norðdepl…
Jóla­heilsan frá Stril Herkules
Bragd á opnum havi: Bjargaðu 41 flóttafó…
Skrokku­rin til frystitrolaran til Varðan…
Ringið til Jóla­mannin jólaaftan
Frá okkum til tykkum
Takk fyri jóla­heilsan frá Sigrid Dalsgar…
Bogi: - Føroyar selja fyri 1. mia krónur…