Lýsing
Lýsing
Lýsing
Símun á Høvdanum og versonurin vóru dagsins hetjur, tá ein alpaca legði á eina kvinnu og eina smágentu í Munkholm Zoo. | Mynd: BT.

Símun á Høvdanum dagsins hetja í skakandi tilburði

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  25.07.2021 - 11:58 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Klaksvíkingurin Símun á Høvdanum var við til at bjarga eini smágentu frá eini alpaca í einum djóragarði í Danmark.

Fyrradagin vóru Símun á Høvdanum og familjan ein túr í Munkholm Zoo, men dagurin bleiv munandi meira dramatiskur, enn nakar teirra hevði ímyndað sær. Ein 6-ára gomul genta og mostur hennara máttu bjargast úr einum innhegnaðum øki, meðan tær bløddu í høvdinum.

Símun hevur ringar royndir við lama’um, tí ein hevur spýtt eftir honum, og vildi tí ikki lata dóttrina fara inn at geva lama’unum mat. Og tá tey koma fram til búrið síggja tey, at ein genta og ein kvinna eru inni hjá djórunum. Stutt eftir hoyra tey eitt skríggj, ið helst er komið frá mammu lítlu gentuni og tá Símun og versonurin venda sær, síggja teir eina alpaca leggja eftir lítlu gentuni.

Símun greiðir frá til BT, at alpaca’in fellir bæði gentu og kvinnu, og at báðar enda við at liggja niðri, og tá trampar alpaca’in á tær. Teir leypa báðir til hjálpar, og versónurin roynir at sláa alpaca’ina, men tað hjálpir lítið. Men lítla gentan klárar at grulva aftur um Símun og haðani klárar hon at renna út til mammuna. Mostirin varð eisini bjargað, og segði við Símun, at hann og versonurin høvdu bjargað lívinum hjá báðum.

Munkholm Zoo váttar yvirfyri TV2 Østjylland, at báðar høvdu blóð í andlitinum, men at alpaca’in neyvan hevur trampað á tær. Tey vilja vera við, at alpaca’in hevur vart seg og fýrt tær, men hevur ikki lopið á gentuna og kvinnuna. Símun hevur ikki tað stóra at siga til tað, men vónar bara, at mostirin og gentan hava tað gott, og at tey á  Munkholm Zoo læra av tilburðinum. Hann leggur afturat, at hann ynskir Munkholm Zoo alt tað besta í framtíðini.

Kelda: https://www.bt.dk/samfund/simun-saa-alpaka-gaa-til-angreb-paa-seksaarig-pige-og-kvinde-de-havde-blod-i-hele

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…