Lýsing
Lýsing
Lýsing
Løgmaður fer helst at bera í bøtuflaka fyri ørkymlandi og mótstríðandi útsagnir, eins og hann fer at royna at birta upp undir bjartskýgni, nú kámt ljós sæst fyri endan á Coronatunlinum | Mynd: logting.fo

Vit tippa: Samfelagsligi stígurin fer at merkja ólavsøkurøðuna

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  26.07.2021 - 21:00 Leiðarin Politikkur

Í ólavsøkurøðuni ger løgmaður status yvir støðuna í Føroyum við denti á avrik seinasta árið og framtíðarætlanirnar hjá Landsstýrinum. Í ár er sera lætt at rokna út, hvat evni fer at seta størstan dám á røðuna, men har liggja mong onnur mál á láni, ið hava staðið í skugganum av Coronafarsóttini. Norðlýsið gevur her síni boð uppá, hvat Bárður á Steig Nielsen fer at leggja dent á.

 

Samfelagsligur stígur er komin í á øgiliga nógvum økjum. Innanfyri tað Corona-relateraða er stígur komin í bæði coronapassið og koppsetingarnar og harvið í upplatingina av samfelagnum. Eisini standa festivalar og bíða, tí enn er onki endurgjald komið frá Landskassanum; tað skal Løgtingið fyrst geva grønt ljós til. Hetta nærmast noyðist at verða nevnt í ólavsøkurøðuni.

Stígur er eisini komin í fleiri av teimum málunum, sum vit annars væntaðu fóru at flúgva beint ígjøgnum í bæði Landsstýri og Løgtingi. Málið um gongd í haga væntaðu vit fór at verða avgreitt, men gjaldsportrið í Saksun stendur enn. Bíðilistarnir í heilsuverkinum skuldu styttast, og har er ikki einans stígur komin í – summi hava bíðað uppaftur longur enn áðrenn Corona. Her bíðar Føroya fólk eftir útmelding frá løgmanni, og kanska hon kemur í ólavsøkurøðuni.

Seinasta valskeið var tað øgiliga drúgt at bíða eftir Vinnunevndini eftir einum uppskoti um veiðigjøld. Her høvdu vit væntað, at hendan samgongan fór at gera stutta prosess, men gakk. Veiðigjaldið liggur framvegis í onkrari skuffu, og her er tað margháttliga, at ongin tykist eftirlýsa tað. Vinnan hevur sjálvandi ongan skund, men heldur ikki andstøðan hevur strongt á. So her er tað ikki vist, at løgmaður fer at siga nakað.

Á undirsjóvartunnilsøkinum er eisini stígur komin í. Pendlarar hava bíðað í meira enn ½ ár eftir, at ferðaendurgjaldið bleiv justerað til at matcha høga gjaldið í Eysturoyartunlinum, men enn er onki nýtt at frætta. Og millum Sandoyartunnilin og Eysturoyartunnilin hevur høvuðsstaðarkommunan lagt fótonglar í vegin, ið bæði kunnu dýrka Sandoyartunnilin og seinka honum. Spurningurin er, um hetta enn er ov feskt og eldfimt til, at løgmaður kann loyva sær at nevna tað.

Men tá tað kemur til avrikslistan, so er lætt at rokna út, hvat løgmaður fer at siga. Sum sambandsmaður fer hann at erpa sær av, at reiðiligur gravgangur hevur verið eftir CPR-nummari og donskum NemID frá Ríkisumboðum, ið Sambandsflokkurin fekk í lag. Eisini hóast at ein orsøk er, at føroyska coronapassið ikki er klárt enn, og føroyingar tí mugu fáa sær tað danska, ið CPR-nummar krevst.

Hvussu við Norðoyggjum? Løgmaður fer sjálvsagt at nevna tað positiva, ið fyrst og fremst er teir nýggju tunlarnir Norður um Fjall. Hinvegin eigur hann at koma við eini greiðari útmelding til borgararnar Eystan Múla um, hvat hann ætlar at gera við risastóru trafikkpropparnar í núverandi tunlum. Har er sett í verk ein “loysn”, ið bert hevur gjørt ilt verri.

So hóast ein ólavsøkurøða ikki sleppur undan at nevna tað stóra samfelagsliga eftirsleipið og at so nógv liggur á láni og í hálvum gekki, so er tað, fólk hava brúk fyri at hoyra, ein boðskap um vón. Og løgmaður fer uttan iva eisini at royna at birta vón. Men kunnu vit trúgva honum?

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…