Lýsing
Lýsing
Lýsing

Klaksvíksdagur 2021

SKRIVAÐ: Ruth Joensen, Sakskøbing  |  03.08.2021 - 12:34 Lesarabrøv Mentan Vinna

Góðu klaksvíkingar, eg ætli mær als ikki at drýta í egið reiður, her havi eg fingið sera góðan uppvøkstur og í hjarta mínum eri eg klaksvíkingur forever. Men um býnum skal verða lív lagað sum “Norðoya prúðasta bygd, har blíðskapurin aldrin sveik”, so mugu ábøtur gerast  - skjótast!!

Á hvørjum sumri hittast vit nakrir floksfelagar frá árgangi 1950 til “Klaksvíksdag”, har vit minnast, práta og gleðast um heimbygd okkara. Soleiðis var eisini í ár, útisetar og búsett í Havn hittust í rutuni til Klaksvíkar ein vakran summarmorgun.

At koma úr undirsjóvartunlinum og síggja vakra heimstaðin fyri framman - tað er ein stór løta!

Komin oman á sandin varð skundisliga farið inn á almenna vesi...tað var onki hugaligt, ramponerað og ófantaligt, so loysnin var at blunda og gera skjótt av

Ein okkara hevði fingið avtalu við altíð fryntliga Erik Biskopstø um at vísa okkum nýggja skúlan. Hann er ógvuliga flottur og livur fult upp til øll nútímans krøv – tillukku klaksvíkingar!! Av nostalgiskum orsøkum vóru vit eisini inni í gomlu fimleikarhøllini, á, tey minnir, men als ikki nakað prýði...vónandi verður hon skjótt niðurtikin.

Døgurðatíð, so vit leitaðu inn á matstovu, ongin suppa eftir, so vit fóru annað stað. Har var stórt og lekkurt úrvalg av smyrjubreyði og kakum, eisini bar til at fáa dagsins rætt. Hesin smakkaði av slettis ongum, so eg skuldi hildið meg til breyði. Havi fyrr fingið stokt flak sama stað, himmalskt

So fóru vit til gongu. Nýggja mentannarhúsið er komið væl áleiðis, áhugavert verður at síggja endaliga úrslitið.  Fer tað at rigga saman við posthúsinum? Fer tað at oyðileggja útsýnið frá eystursíðuni til Christianskirkjuna? Spennand verður,men eitt risaframstig fyri alla list í Klaksvík.

Nýggjasta  standmyndin “Kvinna við róðrið” av Fritjof Joensen er ógvuliga vøkur og sigandi fyri Klaksvíkina og riggar væl, har hon er sett. Gleðiligt er, at býráðið leggur dent á mentan og standmyndir; í mínum barnaárum vóru tað bert gl. kirkjugarður og minnisvarðin fyri omanlopið í Gerðum.

Gingu út eftir ovara vegnum og komu forbí sjómannsheimið – einaferð Klaksvíkar stoltleiki. Har hekk pappír á hurðini: morgunmatur 8-11 og stongt kl 23. Harmiligt!  Minsta mark fyri gestablídni er at siga vælkomin og upplýsa, hvar døgurði fæst, so vitjandi ikki ganga svong.

Heim eftir niðara vegi;  úti í Klaksvík er alt tømt og stongt (hví tað?), sjálvt Norðoya Fornminnissavn er bert opið, um tú ringir og biðir um tað. Standmyndin av Elinborg Lútzen er hugtakandi og umhvørvið vakurt. Kommunan hevur átikið sær at seta húsini í stand, har gongur framá...spakuliga Gamla posthúsið er sett í stand og málað við júst gamla litinum – sera heppið.. Læknahúsini, sum hava staðið sum ein skomm í nógv ár, verða sett í stand í næstum, so sanniliga eru framstig í Klaksvík

Niðri “ á Bakkanum” er í ferð við at blíva ein oasa fyri klaksvíkingar, takk fyri tað. Dagsins facebook hevur uppskot um at gera stóra neystið til eina hugnaliga kafé -  fínt hugskot, vónandi fær tað undirtøku í býráðnum.

Dagurin endaði á Biskupsstøð í góða veðrinum, har vit fegnaðust um garðin hjá Nólsoyar Pálli og vakra umhvørvi. Eygað er við at venja seg til prýðiliga “Biskupstorg”, men tað kennist ikki orduliga liðugt   – verður nokk betri, tá forrætningar koma. Ætlanir eru um at byggja nýtt kappróðrarneyst (tiltrongt), húsarhaldsskúla (hví har?) og vistnokk eisini hotell! Góða býráð, ansið eftir, at síðsta restin av vakru vágni og sandinum ikki verður plástrað til við prestigubygningum.

Gløgt er gestsins eyga, og tí mugu ábøtur gerast, um Klaksvíkin skal  liva upp til heitið sum Norðoya prúðasta bygd. Hampulig farstøð og noslig vesi, matarstøð og kafé, ikki stongja handlar í juli, tá flestu ferðafólk eru...hetta eru ikki risakollveltingar. Herfyri var týskur ferðamaður, sum sóknaðist eftir fiskamatstovu, nú hann var komin til Føroya størsta fiskivinnubý – so nakkalangur mátti hann av bygdini.

Góðu klaksvíkingar, eg ætli mær als ikki at drýta í egið reiður, her havi eg fingið sera góðan uppvøkstur og í hjarta mínum eri eg klaksvíkingur forever. Men um býnum skal verða lív lagað sum “Norðoya prúðasta bygd, har blíðskapurin aldrin sveik”, so mugu ábøtur gerast  - skjótast!!

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið