Lýsing
Lýsing
Lýsing

Klaksvíksstríðið í DR: Ein journalistisk sensatión

SKRIVAÐ: Sjúrður Skaale  |  05.08.2021 - 14:33 Lesarabrøv Mentan Politikkur

Endiliga koma børnini hjá fimmarum til orðanna í søguni um klaksvíksstríðið. Tað er ræðandi, men tiltrongt. At ein av bumbumonnunum eisini loysir frá posabandinum er ein sensatión

Tað eru fýra framúr góðar sjónvarpssendingar, sum DR hevur gjørt um læknastríðið, og sum nú allar liggja á dr.dk.

At DR velur ein virknan politikara, Lars Løkke Rasmussen, sum vert, er umstrítt í Danmark – eins og tað hevði verið í Føroyum, um ein løgtingslimur knappliga var vertur í KVF.

Men sendingarnar gera ivanum til skammar.

Hóast tað verður sagt, at eingin hevur tosað um klaksvíksstríðið, so er ikki so lítið skrivað tilsamans. Bara síðani aldarskiftið eru komnar ikki færri enn seks bøkur, sum lutvíst ella burturav hava lýst málið.

Tær mest umrøddu eru tær hjá Líggjasi í Bø og Arnsteini Niclasen. Tær eru báðar góðar og fangandi – næstan sum krimisøgur – men eisini sera litaðar. Og tað hevur ofta verið trupulleikin: Tey, sum hava tosað og skrivað, hava týðuliga tikið undir við øðrum partinum, og býtt fólk sundur í hetjur og svíkjarar. Og tær skarnsgerðir, sum ”hetjurnar” framdu, eru tagdar burtur fyri ikki at órógva hesa myndina.

Tað hevur, snøgt sagt, stundum líka nógv snúð seg um at tala fyri eini sak sum at siga eina søgu.

Hesa veit dettur nýggja sendirøðin ikki í. Bæði tí tosað verður við fleiri partar, og tí Hans Andrias Sølvará so væl leggur ta yvirskipaðu søguna fram.

Tað verður ikki málað nøkur glæstrimynd av donsku myndugleikum og teimum politistum, sum – eftir umbøn frá landsstýrinum – blivu sendir til Klaksvíkar. Teir vóru frekir og arrogantir harðligir. Men vit verða eisini mint á, at teir høvdu fingið at vita, at teir vóru á veg inn í eina krígszonu, og at tað kundi verða skotið eftir teimum.

 

Fimmarabørnini

Søgan um Halvorsen, sjálvt læknastríðið og ófriðin eru fortaldar fyrr í fleiri bókum.

Tað, sum er nýtt í sendingunum – og sum í veruleikanum legitimerar tær – er søgurnar hjá fimmarabørnunum. Altso børnunum hjá teimum, sum av ymiskum orsøkum vildu halda seg uttan fyri stríðið – ella enntá vóru mistonkt fyri at vera í tí ”skeiva” partinum.

Tann happing, tann eyðmýking, tann útstoyting og tær hóttanir, sum teimum vóru fyri, høvdu einki við politiskt ella sosialt stríð at gera. Tað var óreinskapur, sum var rættvísgjørdur av ideologiskum stríðið. 

At hugsa sær: Stríð fyri ”rættvísi” og ”sjálvræði” varð brúkt sum skálkaskjól fyri at happa børn...

Tað er óhugnaligt at hoyra frásagnirnar um hetta. Og tað er ræðandi, at tær sosialu mekanismur, sum gera seg galdandi í borgarakríggjum, byrjaðu at spíra í Klaksvík.

Hví hava vit hoyrt so lítið um tað?

Well, tá bókin hjá Arnsteini Niclasen kom út, dittaði eitt fimmarabarn sær at tala at teirri myndini sum varð málað, og greiddi frá, hvat henni hevði verið. Svarið hon fekk var so ljótt, at eg giti hon vildi ikki havt talað. Hugsanin var ikki at fara skeivur av: Hennara familja hevði verið í tí skeiva partinum, og tí hevði hon gott av tí!

Størsta bragdið hjá Lars Løkke Rasmussen er, at hann fær fleiri av hesum børnunum at tala.

At hann so eisini – eftir øllum at døma við Arnsteini Niclasen sum millummanni – fær ein av bumbumonnum at loyra frá posabandinum eftir øll hesi ár, má kallast ein journalistisk sensatión.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…