Lýsing
Lýsing
Lýsing

KÍ hevur tøkk uppiborna fyri fagurt fótbóltsspæl

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  09.08.2021 - 07:06 Ítrottur Lesarabrøv

Tað sást ikki á KÍ at FM bilarar úr Víkingi høvdu sett teimum stevnu á Djúpumýru í dag.

Sjáldan hevur máltalvan logið so nógv sum tá hon vísti eittans mál við hálvleik, tí KÍ kundi við sínum áhaldandi trýstspæli við skjótum leikum - uttan at sveittað verið á odda 3 ella 4-0.

Manglandi mótstøðan frá Víkingi í seinra hálvleiki ber boð um at samfelda liði úr Eysturoynni neyvan verður rætti avbjóðarin hjá KÍ í ár.

Eri ikki serkønur men eg má bera leikarum í KÍ eina tøkk fyri teirra ídni at vísa Klaksvíkingum hvussu fagur fótbóltur kann verða.

Tað er ein frægd at síggja tykkum í vakra blá/hvíta Kí búnanum og vit kunnu verða takksom fyri tað fyrimynd ið tit seta fyri okkara ungdómi.

Tøkk til tykkum ið læra og lyfta upp undir, men tað eru tit sum eru á leikvøllinum sum skulu bera sigurin heim – og tað hava tit so sanniliga megna higartil í ár.

KÍ avspeglar tann veruleika at norðoyingar altíð hava verið heimsborgarar við virksemið ið baði vinnuliga og persónliga hevur fevnt um allan knokkin.

Sjálvur havi eg uppliva skallastaðin við KÍ.

Tað er ikki lív at verða norðoyingur og klaksvíkingur uttan KÍ – so vælsignaðir menn seti føtur í bæk og haldi á – tí mong vilja sama mál!

Standa vit saman um KÍ og málið – hvør kann tá standa ímóti.

Koyr á KÍ

18 umfør leik (27 íalt)

Úrslit tvey umfør samantald:
KÍ – HB 2 - 2 (bert leikt ein dyst)
KÍ – NSÍ 5 - 0
KÍ – Víkingur 5 - 1
KÍ – EB/STR 7 - 0
KÍ – ÍF 8 - 1
KÍ – TB 9 - 0
KÍ – B68 12 - 0
KÍ – 07Vest. 14 - 0

Úrslit hjá KÍ higartil í ár:

B68 – KÍ 0-4
KÍ – NSÍ 2-0
TB – KÍ 0-5
KÍ – EB/STR 3-0
Víkingur – KÍ 1-2
ÍF – KÍ 1-4
KÍ – HB 2-2
07Vest – KÍ 0-5
KÍ – B36 4-0
07Vest - KÍ 0- 9
KÍ – B68 8-0
NSÍ – KÍ 0-3
KÍ – TB 4-0
KÍ – ÍF 4-0
B36 – KÍ 0-0
EB/STR – KÍ 0-4
KÍ – Víkingur 3-0 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB