Lýsing
Lýsing
Lýsing

Klaksvík – menning og estetikkur

SKRIVAÐ: Jógvan við Keldu  |  11.08.2021 - 12:22 Lesarabrøv Mentan Vinna

Eri fegin um, at her varð eg føddur, vaks upp og at síggja íbyrting og  fjølbroytni

Stívliga 20 árini, sum farin eru av øldini, er nógv hent í Klaksvík, nógv er sett í verk, stórar íløgur bæði privat og frá býráðsins síðu eru framdar.

 

Hetta hevur bæði økt menningina, hon er vorðin meira fjølbroytt fyri bæði  yngri og eldri. Her eru størri og sterkar  fyritøkur saman við ymiskligum smærri væl mentum og vælútbornum  fyritøkum, har frumvinnan og avleiddu vinnurnar spæla væl saman. – Synergieffektin.

 

Okkurt heilt  annað úr rúgvni. Væl hevur gingist í ítrótti, Klaksvíkar Róðrarfelag hevur gjørt um seg og KÍ-Betri deildin liggur á odda og eisini KÍ kvinnurnar, sum hava verið í serflokki. Hetta økir samleika okkara.

 

Nógv er gjørt

Býurin hevur seinastu árini helst ikki verið av teimum mest “ruddiligu” og mest estetisku á at líta, men tað hevur sanniliga eisini sínar orsøkir, tí nógv er sett í verk, sum vit sum borgarar kunnu fegnast um.

 

Tað sum nú er við at henda er, at frýðkað verður.  Vit síggja at fleiri eldri bygningar – varðveitingarverdir bygningar – eru komnir og koma aftur til heiður og æru eitt nú: Spinnaríið, Gamla Posthúsið, Sýslumanshúsini (privat ogn) og nú er farið undir at mála Klaksvíkar Bókasavn.

 

Tað sæst eisini, at fólk við evnum og klassiskum sýni hevur verið uppií litsamansetingum o.l. og at býráðið brúkar røttu fólkini til rætta arbeiðið.

 

Nógv er eftir

Nú er at halda á, at fáa býin til ein væl hildnan bý. Við okkara kæra býi millum hábærslig fjøll í tríggjar ættir og einum frískligum útsýni í fjórðu ættini, hava vit bestu møguleikar til vakurleika, estetikk og framsýni.

 

At hava bygningar, sum eru “misirablir” á at líta, eitt nú  hendinga søguligu varðveitingarverdu gomlu “Klakksvíkina,” sum kommunustýrið samtykti at varðveita fyri hálvari øld síðani, er ikki bara harmiligt men meiri enn tað, fyri ikki seta orð á. – Gott, at har liggja ítøkiligar ætlanir.

 

Eg veit, at nú kann onkur siga: “Jógvan, tú sat sjálvur sum borgarstjóri í 16 ár og í býráðnum í 24 ár. Tú kundi havt gjørt hetta”! – Eri eg púra samdur. – Veit, at tað er ofta lættari at sita uttanfyri og geva øðrum ráð.

 

Errin av at vera klaksvíkingur

Hendan viðmerkingin hjá mær er útilokandi fyri at vísa mína takksemd, sum borgari,  fyri alt tað, sum er hent og ikki minst hesi stívliga 20 árini, sum farin eru av øldini, at býurin er nógv meiri fjølbroyttur og alskin hjá ungdómi at venda aftur til eftir lestur ella útlegd.  - Tað er ein veruleiki!

 

Eri takksamur fyri, at tað var her eg varð føddur, her vaks eg upp og havi fylgt menningini frá miðjan seinastu øld. – Eri errin av at vera klaksvíkingur!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB