Lýsing
Lýsing
Lýsing

Torgið latið upp

SKRIVAÐ: Tekstur og myndir: Dávur Winther  |  19.08.2021 - 15:46 Mentan Tíðindi Vinna

Í dag kl. 13 varð skipað fyri móttøku við røðum og tónleiki frá Klaksvíkar Hornorkestri, áðrenn Torgið lat alment upp kl. 14.

Borgarstjórin, Karl Johansen fegnaðist um, at endiliga letur Torgið upp, sum hann málbar seg - við seks handlum, eini matstovu, Restaurant Fríðu og so Kunningarstovuni, sum kemur seinni.

Ósbjørn Jacobsen, arkitektur greiddi frá tilgongdini í 2012, tá ið skipað var fyri arkitektakapping í miðbýnum í Klaksvík, har heili 154 arkitektar allastaðni úti í heimi og úr Føroyum vóru við, ið so Ósbjørn Arkitektar vunnu.

Her er handilshúsið, Torgið við tí margfeldni, ið har er, ein umráðandi brikkur í einum drúgvum talvi um miðbýin, sum enn ikki er liðugt.

Mimmy Vágsheyg takkaði handverkarum og ráðgevum fyri gott arbeiði, og fegnaðist saman við teimum um, at nú verður latið upp.

Jógvan Skorheim, sum er partur av Fríðu takkaði fyri, at henda drúgva tilgong nú endiliga er komin á mál, býnum og miðbýnum at frama.

Man kann ikki til at taka seg aftur í, at her er sera snotiliga farið til verk, og væl frágingið, eins og tilfarsvæl og innbúgv er av serligum og ikki tilvildarligum slagi.

Stuttligt er eisini, at í einum av teimum nýmótans handlunum, 2U, er ein sofa, sum listakvinnan Elinborg Lützen hevur átt. Elinborg var eisini fyri sína tíð á handilsøkinum og var afturvendandi prýðisdama í sýnisgluggunum í klaksvík – Serliga í stóra klædnahandlinum hjá Kjølbro, sum á mannamunni eisini varð kallaður, Magasin.

Hugaligt at henda sofan er komin til heiður og æru. Áhugavert, at ein slíkur skáli, sum hevur fingið navnið Torgið, letur upp í Klaksvík, har hann kann ambæta býnum væl um summarið. Men ikki minni um jóltíðir og á vetri við virksemi bæði úti og inni.

Til lukku við nýggja handilshúsinum, Torgið!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nýggjur havmyndil fyri Føroyar
Høvuðsjóla­maðu­rin: “Vit eru á veg til Fø…
”Men hvar skulu tey parkera?”
Fongurin hjá Brandi vá 21.740 pund
Ingilín: - Taki ikki undir við pensiónsu…
Fíggjar­lógin: Álitið frá fíggjar­nevnd­ini…
Hall, høvuðbrýggj og hopleys fíggjarstýr…
Sam fyllir 50 ár
Stjørnan tekur ímóti Kyndil í kvøld
Eyðgunn: Vit hyggja uppá um okkurt kann…
Novembur 2025
KFUM & K hátíðarheldur 85 ár
Tunghoyrt á G! 2026
Myndarøð: Móttøka fyri Julian Gregersen
Treysti um høgtíðina desembur 2025
Irena Olsen 20 ára starvsdag
Rokdagur hjá útróðrinum
Fiskeribladet: Noreg og Rusland samd um…
Ongum nýtist at sita einsamallur jólaaft…
Føroyar, Bretland, Ísland og Noreg gjørt…