Lýsing
Lýsing
Lýsing

Lívsins Króna

SKRIVAÐ: Jóhs. M. Olsen  |  20.08.2021 - 13:32 Lesarabrøv Mentan

Tá í vit nú um dagarnar yvir fjølmiðlarnar hoyrdu um samtíðar fólk okkara, sum kendu seg lívshóttan av óhugnaligum boðum umvegis netmiðlum o.ø. fór tað kalt niureftir bakinum og sat ein m.a.eftir við tankanum, er tað verðuliga vikomandi satt, at her er møguliga ikki okkara blívandi stað, men at tað skal blíva fyri okkara egnu hondum er ikki til at hugsa um.

Tað var í bestu ungu døgum, konan og undirritaði fóru á ein bíbilskúla í norðanlondum. Teir í undirvístu okkum eru her ikki meira, men barlastin vit fyngu hevur higartil hildi lívsfarð okkara nøkulunda á rættkjøli. Av minni og notati frá hesi tíð er m.a. tímar har ein lærari, kendur um norðurlond, serliga í minni mínum fyri tíðina m.a. fyri fyrilesturin um hvat væntar okkum fyri framman sum tað besta av øllum, lívsins króna.

Hesin byrjaði við ein fyrilestur um ”the bloody tower” í London, har so mong hava sitið, serliga fyri kristintrúnna, innan á vegginum stendur rist inn:”Verð trúgvur líka til deyðan, og eg skal geva tær lívsins krúnu”. Uttanfyri veggin stendur torturreiðskapurin útstillaður. Man kann ána hvat hesi neyðars menniskir  eru farin ígjøgnum, helt lærarin fyri, møguliga hevur deyðin fyri tey verið eitt hondtak í kærleika ein útfríðan frá ræðsluni. Lívið rúmar so nógvum gátum, helt lærarin fram, hví skal t.d. eitt lítið barn doyggja, hví bleiv tað føtt? Hvussi mong evnir og møguleikar lógu ikki goymd í hesum barni – og so skuldi deyðin brutalt sláa tað niður árenn blomstringina. Men eg eri vísur í at barnið skal álíkavæl náa krónu lívsins, deyðin stegaði ikki vøkstrinum, hann flutti bert tann lítla yvir í eina nýggja verð har møguleikarnir eru mykið størri og betrið, og har skal barnið fullkomuliga úviklað seg, evninið koma til sín rætt. Læt hetta verða nokk um fyrilesturin hjá læraranum.

Òansa lívslongd vita vit, hugsi eg øll, í búðleikast á oyggjalandi okkara hava varðhugan av at tað besta eiga vit í væntið tað oyra ikki hevur hoyrt og eygað ikki sæ, hvat Harrin hevur lagt til rættis fyri øllum at takað av.

Jóhs. M. Olsen

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…
- Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað…
Foto framsýning í Smiðjuni í Lítluvík 18…
Dáin 35 ár
Morgunsangur í Christians­kirkjuni
Innihaldið týdningarmiklari enn breiðar…
Ein Talgild Valskipan
Ætlan fyri orkuútbygg­ingar tey næstu fim…
JAMEN, VIT TJENA SO IKKI UPP Á HETTA HER…