Lýsing
Lýsing
Ikki løgið, at fólk í Louisiana stúra, nú ódnin Ida nærkast. Seinast ein ódn rakti býin, lógu tríggir fjórðingar undir vatni, og meiri enn helvtin av fólkinum máttu rýma. Tað er ikki fyrr enn seinastu árini, at býurin aftur var, sum sum hann hevði verið áðrenn Katrinu. | Mynd: space.com

Ódnin Ida

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  29.08.2021 - 13:09 Tíðindi Veðrið

Hetta er árstíðin, tá ið tropiskar ódnir taka seg upp nakað út frá vesturafrikansku strondini.

Haðani fara tær vestur í hav, og nakrar liva, til tær fara í land í onkrari oyggj í Karibiska havi ella í meginlandinum í Suðuramerika ella USA.

Í hesum døgum snýr tað seg um ódnina Ida. Hon væntast at fara at gera um seg í New Orleans í Louisiana.

Har gjørdi ódnin Katrina nógv um seg í 2005, tá ið næstan 2000 fólk doyðu, og stórir partar av býnum vórðu lagdir í oyði. 16 ár eru gingin, síðan Katrina nærkaðist og hótti – og so er tað sama dato eisini.

Amerikanarar hava nógv at hugsa um í hesum døgum. Joe Biden, forseti, hevur verið í miðlunum at ávara fólk um ódnina. Myndugleikarnir hava biðið fólk fara av húsum og rýma, áðrenn ov seint er.

Fyri at fyrireika seg betri enn fyri 16 árum siðan, hava tey brúkt meiri enn 15 millardir dollarar at styrkja verjugarðarnar kring býin. Nú fáa vit at síggja, hvussu nógv verður brúk fyri teimum hesaferð.

Ódnin fer við stórari vissu í land, men júst hvar er ikki lætt at siga. Veðurstovur rokna við, at tað verður í økinum ímillum New Orleans og Baton Rouge. Har eru bæði oljureinsiverk og kjarorkuverk. 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin