Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýtt torg til sølu av fiski, kjøti, fugli og øðrum við bátabrúgvarnar

SKRIVAÐ: Norðlýsið  |  30.08.2021 - 10:57 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Ofta hevur verið tosað um, at Klaksvík hevur mangla eitt stað til tey ið ynskja at keypa, ella selja fisk og annað. Nú hava feðgarnir Hjaltur Poulsen og sonurin gjørt hetta møguligt.

Á facebook vanganum hjá Hjaltur Poulsen, legði Hjaltur út vakrar myndir av einum nýggjum sølutorgi, ið hann og sonurin hava tikið stig til.

Staðsetingin við bátabrúgvarnar rigga væl, og ongin ivi er um, at hetta verður væl mótikið av Klaksvíkingum.

Hjaltur skrivar soleiðis á sínum vang:

Kl 05.00 í morgun(sunnumorgun) festu vit hetta við bátabrúgvarnar í Klaksvík. Hetta hevur verið ein dreymur hjá mongum í mong ár. Eg og sonurin hava tikið stig til hetta við loyvið frá Klaksvíkar kommun. Og við góðari hjálp frá TTS o.ø., hava vit fingið hetta uppfylt. Vónandi fáa øll gleði av hesum. Hetta er nú tykkara.
Ein bólkur er gjørdur á facebook‚ sum eitur “Neystið”. Øll eru vælkomin inná bólkin.

Inni á bólkinum, ið er stovnaður á facebook stendur soleiðis:

Hesin bólkurin er ætlađur til fólk iđ ætla at selja og keypa bæđi fisk, kjøt, grønmeti fugl og alt annađ sum verur veitt. Her kann man siga frá um hvat og nær man ætlar sær at selja í "Neystinum", viđ bátabrúgvarnar í klaksvík.

Vit á Norðlýsinum ynskja Hjalta og soninum hjartaliga tillukku við hesum íkastinum til økið kring bátabrúgvarnar.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna