Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lítil vindur í vikuskiftinum. Ættin fyri tað mesta um sunnan. Ælaveður viðhvørt. | Mynd: coe.int

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  03.09.2021 - 15:58 Tíðindi Veðrið

Hetta vikuskiftið fer luft at reka til Føroyar sunnaneftir.

Eitt hátrýst stendur í dag ímillum Føroyar og Noreg, og úr miðjuni á tí verður luft send ímóti okkum.

Hátrýstið fer at flyta seg spakuliga eystureftir, meðan eitt lágtrýst trokar seg ímóti okkum vestanífrá. Sunnudagin skiftir luftrákið frá at koma av evropeiska meginlandinum til at koma av leiðunum yvir miðjum Norðuratlantshavi. 

Meira ítøkiligt, so hevur ættin malið eitt sindur í seinnapartin, men fyri tað mesta av suðuri. Vindferðin er og hevur verið lítil - minni enn 5 m/s - og tað er skýggjað og í støðum sirm, ella surk. Hitin liggur um 10 til 12 stig.

Soleiðis fer restina av degnum at vera.

Í morgin fer ættin at vera um sunnan ella beint eystan fyri sunnan. Vindferðin fer at vera um 5 m/s. Turt fyrrapartin, men seinnapartin kunnu ælingar væntast í støðum.

Hitin leygardagin fer at liggja um 10 til 12 stig.

Sunnunátt og -morgun fer vindurin at veksa eitt sindur - upp í 5 til 10 m/s. Ættin framvegis sunnan ella eysturhall suðurætt og ælaveður.

Seinnapartin sunnudagin fer vindurin at veksa upp í  8 til 13 m/s av suðuri. Ein kuldabrúgv við regni fer at koma til okkara vestaneftir. Tað fer at regna eina løtu eftir middag. Í aðrar mátar ælaveður sunnudagin.   

Hitin sunnudagin fer eisini at liggja um 10 til 12 stig. 

Gott vikuskifti.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda