Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroyar skifta fáar leikarar og Danmark skiftir nógvar leikarar

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  03.09.2021 - 19:30 Ítrottur Tíðindi

Liðini høvdu í dag sínar síðstu venjingar undan landsdystinum á Tórsvølli leygarkvøldið.

Ábendingarnar frá føroysku venjingini vóru, at tað vera fáar broytingar frá seinast. Verjuparturin væntast at blíva tann sami, meðan onkur broyting verður longri frammi. Hallur Hansson kemur heilt vist inná liðið, og so er spurningurin, um Jóan Símun Edmundsson eisini ger tað. Tað væntast ikki stórvegis fleiri broytingar enn tað.

Hjá Danmark vera nógvar broytingar og tipsbladet.dk væntar, at allir útileikararnir vera skiftir. Tað er tó ikki vist, at tað vera so nógvar broytingar sum tipsbladet.dk væntar. Danmark loyvdi ikki tíðindafólkunum at síggja meir enn fyrsta korterið av venjingini. At Danmark skiftir nógvar leikarar út kann vera gott fyri Føroyar, men men tað kann eisini vera øvugt, tí Danmark vann 8-0 móti Moldova, tá Danmark gjørdi 10 broytingar í somu støðu millum tveir dystir, sum á pappírinum vóru torførari.

Føroyar-Danmark spæla leygarkvøldið kl. 19.45 á Tórsvølli.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…
- Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað…
Foto framsýning í Smiðjuni í Lítluvík 18…
Dáin 35 ár
Morgunsangur í Christians­kirkjuni
Innihaldið týdningarmiklari enn breiðar…
Ein Talgild Valskipan
Ætlan fyri orkuútbygg­ingar tey næstu fim…
JAMEN, VIT TJENA SO IKKI UPP Á HETTA HER…