Lýsing
Lýsing
Lýsing
Í sínum fyrsta landsdysti skaraði Anna Arnholdsdóttir framúr. Hon var toppskorari við 12 stigum. 5 í álopinum og 7 essir! Harumframt best kantur við 5 av 7. Anna Arnholdsdóttir frá Mjølnir sæst við talinum nummar 5 á blusuni.

Landsdystur, flogbóltur: Smurdu Malta av

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.09.2021 - 10:04 Ítrottur Tíðindi

U-19 landsliðið í flogbólti, gentur, smurdi í gjárskvøldið Malta av 3-0. Settini endaðu 25-8, 25-7 og 25-7.

Malta kom annars best frá byrjan og kom á odda 3-0, men eftir hetta fingu tær ikki eitt bein til jørðina.


Føroyska liðið var klárt betri á øllum plássum, og vónirnar til næsta dystin eru eisini góðar, tá liðið skal spæla ímóti Gibraltar klokkan 18,00 í dag.


Liðið er við evropeiskari kapping í Íslandi, har føroysku genturnar eisini skulu møta Íslandi í morgin.


Stroyming verður á Youtube-kanalini hjá Íslendska Flogbóltssambandinum her klokkan 18,00:

Dystarskráin fyri smálandakappingina í Íslandi fyri U19 gentur er annars henda restina av kappingini:


Tíðirnar eru føroyskar:


Leygardag 4. sep. kl. 15.00 Malta – Ísland

Leygardag 4. sep. kl. 18.00 Gibraltar – Føroyar
Sunnudag 5. sep. kl. 15.00 Malta – Gibraltar
Sunnudag 5. sep. kl. 18.00 Ísland – Føroyar
------------

Føroyska liðið:
Fleyr: Vár Rajani Færø (10), Hanna Iansdóttir Biskupstø (1), Helena Skylv Hansen (3)
SÍ: Sofía Weihe Simonsen (2), Janna Falkvard (7), Inga Helena Henriksen (14), Eva Gunn Niclasen (08)
KÍF: Milja Silvansdóttir (9), Marta Fagrakeltt (15), Jakobina Joensen (11)
Mjølnir: Anna Arnholdsdóttir (5)
Dráttur: Henrikka Wang Jacobsen (6)
Venjari: Lars Engell
Føroyskur dómari í kappingini: Dávið Hentze

Lýsing
Seinastu tíðindini
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði