Lýsing
Lýsing
Lýsing
Eitt sindur av hvørjum í vikuni, sum kemur | Mynd: Undirritaði

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  05.09.2021 - 13:46 Tíðindi Veðrið

Í vikuni, sum kemur, fara lágtrýst at ímóti okkum úr ymsum ættum. Tey taka leiðina úr USA vestur í hav ímóti Evropa, men stóra og sterka hátrýstið yvir Mið- og Eysturevropa steðgar teimum og broytir teirra kós og ferð.

Tí fara lágtrýstini at nærkast Føroyum bæði norðaneftir, vestaneftir og sunnaneftir.

Veðrið meira ítøkiligt – dag fyri dag:

Mánadagin er útsynningur, 3 til 8 m/s – onkra løtu seinnapartin 5 til til 10 m/s. Skýggjað og turt fyrrapartin, men regn eina løtu seinnapartin. Hitin fer at liggja um 11 til 13 stig.

Týsdagin nakað tað sama sum mánadagin, tó eitt sindur minni vindur. Ættin fer at liggja um útsynning, og vindferðin um 3 til 8 m/s. Yvirhøvur turt týsdagin, tó onkur æl í støðum. Hitin fer at liggja um 12 til 14 stig.

Mikudagin er framvegis útsynningur, og vindferðin um 3 til 8 m/s. Um kvøldið fer at mala úr ymsum ættum. Mikunátt, -morgun og fyrrapartin regnar. Seinnapartin slítur í, tó kanna okkurt ælið væntast. Hitin fer at liggja um 12 til 14 stig.

Hósdagin er eysturætt, lítil vindur á morgni og fyrrapartin, um 3 til 8 m/s, men hann veksur eitt sindur, upp í 5 til 10 m/s út á seinnapartin. Hitin fer at liggja um 10 til 12 stig.

Fríggjadagin norðan og útnyrðingur. Vindferðin fer at liggja um3 til 8 m/s. Ælaveður allan dagin. Hitin fer at liggja um 9 til 11 stig.

Leygardagin veksur vindurin upp í 10 til 15 m/s úr útnyrðingi ella útnyrðingi-norði. Skýggjað og yvirhøvur turt – tó okkurt æl um kvøldið. Hitin fer at liggja um 9 til 11 stig.

Sunnudagin er sama ætt sum leygardagin, men vindur fer at minka niður í 3 til 8 m/s. Løtur við regni um morgunin og fyrrapartin, men turt seinnapartin og um kvøldið.

So vit fara at fáa eitt sindur av hvørjum í vikuni.   

Lýsing
Seinastu tíðindini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur