Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýggj tøkni til reinsan av aliringum

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Oliver Joensen  |  06.09.2021 - 14:14 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Fyri góðum trimum árum síðani, í februar í 2018, var Norðlýsið á Pollinum í Klaksvík í áhugaverdum ørindum.

Uppfann vaskara til aliringar

Tá snúði túrurin seg um at vera við til at royndarkoyra eina vaskimaskinu til aliringar. Tað var Spf. Mekanor í Klaksvík, við Kjartan Hansen sum stjóra, ið hevði ment nýggja tólið.

Hetta var eitt satt frambrot tá, sum Kjartan, saman við Bakkafrost hevði gjøgnumhugsað og ment.

Frammanundan var reinsing av aliringum eitt sera illa umtókt arbeiði hjá alarunum.

Strævi arbeiði

Mannagongdin hevði verið, at ein alibátur lyfti ringin upp frá havinum við einum krana, og so skuldu alararnir við einum máttmiklum trykkspulara reinsa ringin fyri taravøkstur og gjar. Hetta var sera møðsamt arbeiði. Eitt var at alararnir fingu sjógv og gjar um oyruni, men størsti trupulleikin var kanska, at tú orkaði ikki at halda trykkslanguni í meira enn 20 minuttir, so mátti tú hvíla og fáa nýggja orku.

Hugskotið

Hendan prototypan av vaskimaskinu til aliringar riggaði væl og hevur verið nógv brúkt síðani.

Í samrøðu í vikuni segði Kjartan Hansen, at hugskoti kom frá einum hugskotspráti við Bjarna Poulsen frá Bakkafrost Norður.

Hugsaðu loysnir

Uppgávan var at finna útav, hvussu man kundi handtera ringarnar betur. Ongin útgerð var til tess. Alararnir brúktu endar og ketur eins og trykkspularar til at arbeiðið og tað var sum sagt bæði strævið og torført.

Strong krøv

Krav eru nevniliga frá umhvørvis myndugleikunum um, at aliringarnir skulu reinsast væl og virðiliga eftir at vera brúktir, áðrenn teir kunnu brúkast av nýggjum. Sama er galdandi um aliringarnir skulu inn á land til umvælingar ella um teir skulu flytast til annað økið. Krøvini til reinsing av útgerð í alivinnuni eru sera strong.

Tíðin stendur ikki í stað, serstakliga ikki í alivinnuni. Aliringarnir, sum vinnan brúkti ´í 2018 kunnu ikki sammetast við teir stóru, ið brúktir verða í dag.

Aliringar upp á 70 tons

Í dag brúka alararnir 160 metur og 200 metur ringar sum eru gjørdir av trimum síðubundnum slangum. Hetta er tung útgerð. Roknað verður við at ein aliringur vigar um 70 tons við allari útgerð.

Nýggi vaskarin, sum Kjartan hevur evnað til frá A til Z, hevur hann sjálvur sveisa saman á gamla Roykivirkinum á vestara keiøki.

Byrjaði sum flaki

Fyrsti vaskarin, ið varð flotaður í 2018 var gjørdur sum ein flaki. Mannagongdin var so, at ein alibátur lyfti aliringin upp frá og legði síðani skitna ringin á flakan. Her bleiv tarin so fyrst kliptur undan ringinum og beint eftir tóku spulispíssjarnir við og spulaðu restirnar av ringinum, so hvørt sum flakin flutti seg fram eftir ringinum, bleiv ringurin vaskaður reinur.

Nýggj tíð nýggj útgerð

Mannagongdin er nøkulunda hin sama, nú annar vaskari er mentur. Tó er broytingin hon, at hesin, sum nú var royndur í síðstu viku er nógv størri og máttmiklari.

Nú er ikki talan um ein flaka.

Føroya størsti trykkspulari

Nýggi reinsarin er settur á alibátin Agnavík. Hongibesløg eru sett á alibátin. Hesi kunnu takast av. Síðani er sjálvur vaskarin hongdur á hesi besløgini á hekkuni á Agnavík. Á dekkinum á Agnavík stendur ein framkomin trykkspulari, sum er gjørdur í samstarvið við SIHM-Højtryk A/S í Esbjerg. Hetta er máttmiklasti trystvaskarin í landinum.

Lættir munandi um arbeiðið

Hvussu stórur munur er á at brúka hendan nýggja vaskaran, ið klárar ein aliring við trimum slangum og einum søkkringi fingu vit eitt boð upp á frá Karstini Højgaard, sum er skipari á Agnavík. Hann sigur, at upp á gamla mátan, har menn brúktu trykkspulara at reinsa aliringar við, kláraðu tríggir menn ein aliring upp á 8 tímar.

Klára 5-6 ringar

Við hesum nýggja vaskaranum, kláraðu vit einar 5-6 ringar um dagin. Tó skal sigast, sigur Karstin Højgaard, skipari á Agnavík, at um so varð at tað ikki stóð á at gera ringar klárar til vasking, so høvdu vit klára nógv meira. Tað tók umleið 1/2 tíma at fáa ein ring ígjøgnum tvær ferðir og tá var ringurin “gulreinur”, sum man sigur.

Alibaturin Agnavík kann í dag, við gamla og nýggja vaskaranum klára alt arbeiðið við at reinsa ymiskar støddir av aliringum hjá Bakkafrost. Í farnu viku var Agnavík á Fuglafirði og reinsaði aliringar har og í vikuni fer hann helst til Suðuroyar til sama arbeiðið har.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund