Lýsing
Lýsing
Lýsing

Loksins ljós yvir Læknastríðið

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  10.09.2021 - 17:17 Leiðarin Politikkur

Vit, sum í dag eru um miðjan aldur og eldri, eru uppvaksin við, at Læknastríðið 1952-56 ikki var nakað, tosað varð um. Tað var eitt sokallað tabu-evni, ið ikki varð tikið upp á tungu í meira enn 50 ár eftir hendingarnar. Men nú er hol sett á, og tað við lít. Alt er ikki vakurt, ið er komið fram, men tað hevur sanniliga verið læruríkt.

Undantakið tey 50 árini vóru bøkurnar Klaksvig-Striden I og II, sum danin Frede Asgaard gav út í 1990 og 1991. Men sjálvt tá skaptu bøkurnar onki stórvegis kjak. Vit vóru uppvaksin við, at læknastríðið tosaði man ikki um, og harvið varð tað. Tí hava mong av okkum, ið ikki upplivdu tað sjálvi, staðið við heilt mongum ósvaraðum spurningum í fleiri áratíggju. Tað ljóðaði heilt surrealistiskt, at klaksvíkingar fyri ikki so langari tíð síðani høvdu gingið vápnaðir í gøtunum, fyrireikaðir uppá at taka ímóti herskipum.

Um tað var tí, at fólk vórðu farin at doyggja burturav, ið mintust stríðið, og tað tí ráddi um at gera samrøður við keldurnar, áðrenn tær fóru hiðani av foldum, at farið varð undir at lýsa og greina læknastríðið, ber til at gita um. Men í 2008 gjørdi Kringvarpið tvær dokumentarsendingar um stríðið, og síðani hevur ikki verið helmað í. Mætir menn sum Líggjas í Bø, Hans Andrias Sølvará, Arnstein Niclasen og nú seinast Lars Løkke Rasmussen hava lýst stríðið í bókum, fyrilestrum og dokumentarsendingum. Og fyri at tað ikki skal vera lygn, hevur skaldið og úrmælingurin Jóanes Nielsen skrivað ein sjónleik um stríðið, ið enn bíðar eftir at verða sæddur.

Spurningurin um, hvør vann læknastríðið, stendur tó framvegis ósvaraður. Tí var í heila tikið nakar vinnari? Norðoyingar fingu gamaní egna sjúkrahúsleiðslu tá, men hetta er síðani aftur gloppið okkum av hondum. Hans Andrias Sølvará hevur argumenterað fyri, at Tjóðveldisflokkurin var ein av vinnarunum, tí hann trídoblaði sítt atkvøðutal um hetta mundið, uttan iva fyri at tala at innrásini av donskum politistum. Men sjálvsagt hevði flokkurin helst verið stríðið fyriuttan. Eitt óváttað uppáhald er eisini, at Christianskirkjan er goldin av dønum vegna teirra ringu samvitsku av stríðnum. Men veruligur vinnari var neyvan nakar.

Læknastríðið kravdi onki mannalív, men gekk avgjørt ikki friðarliga fyri seg. Úr nýliga útkomnu bókunum og dokumentarunum fáa vit at vita, at mong fingu sálarligar løstir, ikki minst teir sokallaðu “5’ararnir” og teirra børn og familjur annars. Fólk máttu evakuerast á miðjari nátt vegna teir borgarakrígslíknandi tilstandirnar.

Nú ljós loksins er varpað yvir tað nærmasta, Føroyar hava verið einum borgarakríggi síðani stríðið í Mannafelsdali um Kirkjubømúrin, mugu vit taka við læru. Hóast ósamd mugu vit altíð virða meiningarnar hvør hjá øðrum; ein minniluti eigur ongantíð at verða happaður ella forfylgdur fyri sínar lógligu áskoðanir. Hin vegin mugu landsins myndugleikar hava lært, at teir ongantíð aftur biðja danskt vald um hjálp ímóti sínum egnu landsmonnum.

Vit skulu ikki á hesum staði taka støðu til, hvør av stríðandi pørtunum hevði rætt og ikki. Bæði myndugleikarnir og klaksvíkingar gjørdu feilir, og til ber ivaleyst at vera errin av onkrum og skammast av onkrum øðrum, ið fór fram. Men læran av læknastríðnum má vera, at alt má gerast fyri at fyribyrgja, at tað nakrantíð kemur so langt aftur.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
1.deild hjá KÍ er best eftir summarsteðg…
1.deild hjá KÍ spælir avgerandi dyst ley…
Seks leikarar vunnu steypakapping­ina fjó…
KÍ vann fyrsta steypið
Mjølnir vann fyrsta dystin
Epli og kjøt av Sandi
Rudda Føroyar
Groundhog day (USA)
Bárður Jákupsson í Gamla Seglhúsinum
Veðrið um vikuskiftið
U17-liðið hjá KÍ spælir steypafinalu í k…
Norðlýsið á gøtuni
Silvur­brúdleyp - Elisabeth og Sigmundur
Málmansvenja­rin er komin uppá pláss hjá…
Kom bara inn!
Myndir og video: Vóru eftir veðrum í Sey…
Fuglberg og Skoraberg landa á Kósini í d…
Stórt tunnilsblað næsta fríggjadag
Ársins Róland latin Anniku og Karin
Hin myrki 11. september - hjartanem­andi…