Lýsing
Lýsing
Bárður Jákupsson í Gamla Seglhúsinum
Fríggjadagin tann 24. september 2021 letur upp listaframsýning í Gamla Seglhúsinum, har listamaðurin Bárður Jákupsson kemur at sýna fram.
Fernisering verður í dag kl. 17, har Dávur Winther formaður í Norðoya Listafelag flytir fram røðu.
Umframt lættari ábit og tónleik, verður eisini møguligt at heilsa uppá listamannin sjálvan.
Talan er um eina søluframsýning, sum kemur at hanga uppi fram til 20. oktober 2021.
Framsýningin er opin soleiðis:
Mánadag til fríggjadag frá klokkan 14 - 17.
Um so er, at tað ikki liggur fyri at vitja hesar tíðir, er eisini møguligt at avtalað eina hóskandi tíð við at ringja 217055 ella 227072.
Vælkomin !
Seinastu tíðindini