Lýsing
Lýsing

Terji Dalsgaard - tíðindamaður og roknskaparmaður

SKRIVAÐ: Poul J. Djurhuus  |  26.09.2021 - 12:08 Merkisdagar & Kunngerðir

Mikudagin fyrsta september ringdi Axel Dalsgaard. Gav mær tungu boðini, at nú er Terji farin. Talan er um Heimasandsmannin Terja Dalsgaard, sum annars er vaksin upp í Skálavík. Axel er bróður Terja, og hevur búleikast í Hirtshals ein stóran part av sínum vaksna lívi. Hann kom heim at síggja bróður sín, tá hann lá til tað seinasta á Landssjúkrahúsinum. 

Terji var bert 62 ára gamal, og hevði nógv jørn í eldinum, nú hann so brádliga legði frá sær. Eg kom at kenna Terja fyri nógvum árum síðani.  Hetta var í samband við Sandportalin, sum hann bæði átti og rak í fleiri ár. Eg var byrjaður at skriva kristiligar tíðindagreinar í føroysku bløðunum og onkrum portali, tí eg meinti, at tað var tørvur á hesum í føroysku miðlunum. Tann 02. desember í 2008 sendi eg á fyrsta sinni eina kristiliga tíðindagrein til Terja, sum hann legði út á Sandportalinum. Hetta var í sjálvari byrjanini til Sandportalin.  

 

Terji var fegin um, at eg vildi framvega kristiligt tilfar til portalin, og hann bjóðaði mær at gerast ein partur av Sandportalinum, soleiðis at skilja, at eg fekk mína persónligu kodu, so eg sjálvur kundi leggja mítt skrivaða tilfar út, tá eg hevði nakað – hetta var spennandi og ein álitisváttan frá hansara síðu!

 

BREYT UPP ÚR NÝGGJUM

Eg vil siga tað soleiðis, at hóast eg í fleiri ára tíggir havi fingist við at skriva, so fekk eg rættuliga luft undir veingirnar at skriva, tá Terji gav mær fría atgongd til Sandportalin. Terji og Sandportalurin var millum teir allar-allar fyrstu føroysku portalarnar, sum lat dyrnar upp á víðan vegg fyri kristiligum tilfari. Ein vinmaður Terja, sum er soldátur innan Frelsunarherin í Havn, varð boðin av Terja at skriva regluligar andaktir í Sandportalinum, sum hesin gjørdi í fleiri ár. Einaferð ringdi Terji til mín og segði, at hann varð lastaður fyri at hava í so nógv kristiligt tilfar á portalinum. Terji broytti ikki kós vegna hetta. Hann var ein persónligur trúgvandi, sum sá týdningin av at breiða tað kristiliga út til fólkið gjøgnum miðlarnar; og nú ráddi hann sjálvur yvir einum miðili, sum hann ynskti skuldi vera ein miðil, sum eisini hýsti kristiligum tilfari – á henda hátt var hann við til at bróta upp úr nýggjum!

 

Terji byrjaði Sandportalin í desember í 2008. Hansara uppruna mál við Sandportalinum var, at veita kommununum og vinnulívinum í Sandoynni ein almennan pall, har hesi kundi gerast meiri sjónlig í almenna rúminum. Sum tíðin leið, so bleiv Sandportalurin meir og meir ein víðfevnandi portalur, sum bar tíðindi frá øllum landinum og eisini altjóða tíðindi. Soleiðis menti Sandportalurin seg til ein meira almennan  tíðindamiðil, sum eisini bleiv siteraður bæði í Útvarpi og Sjónvarpi – men tað, sum altið lá Terja frammaliga á sinni var, at Sandoyggin mátti síggja potentialið, sum lá í einum portali, ið hevði heimstað á oynni og bar oyggjanavnið.

 

SANDPORTALURIN VIÐ NORRØNU

Tá Norrøna fór sín fyrsta túr til Hirtshals í oktober í 2010, tá bjóðaði Smyril Line føroysku miðlunum at vera við; har ímillum var Terji og Sandportalurin. Terji hevði fingið tveir ókeypis ferðaseðlar frá Smyril Line til hesa fyrstu og søguligu ferðina hjá Norrønu til Hirtshals. Terji bjóðaði mær at koma við vegna Sandportalin, og arbeiðssetningurin var, at eg skrivaði og hann tók myndir. Tað varð skrivað meðan vit sigldu til Hirtshals og meðan vit sigldu heim, og tíðindagreinarnar við aktuellum myndum blivu 14 í alt, sum vórðu lagdar út á Sandportalin meðan við sigldu og so hvørt tær vórðu skrivaðar - hetta var eitt slag av Live-tíðindaflutningi og ein spennandi og avbjóðandi uppgáva, sum Terji gav mær við hesum og ikki sørt mennandi!

 

Terji rak Sandportalin í knapt 11 ár frá desember í 2008 til september í 2019, tá hann legði hann frá sær. Portalurin lá stillur í 9 mánaðir, tá hann byrjaði aftur við nýggjum eigarum í mai í 2021. Hesir halda fram í arbeiðinum, sum Terji Dalsgaard byrjaði, og sum stendur í dag sum ein VARÐI og “ARVUR” eftir Terja Dalsgaard.

 

Terji hevði ikki einans Sandportalin at røkja, men hann hevði eisini sítt egna roknskaparvirki, har hann eisini skuldi røkja peningaligu viðursliftini hjá sínum roknskaparkundum. Vit kunnu kanska siga tað soleiðis, at Terji var bæði tíðindamaður og roknskaparmaður, men tað var roknskapurin, sum var hansara borgarliga høvuðsyrki.

 

TÓNLEIKAMAÐUR

Terji var eisini tónleikamaður, og hann stovnaði eitt kristiligt manskór á Sandoynni. Við hesum bólkinum ferðaðist hann nógv og víða í Føroyum til møtir í Missiónshúsum. Seinastu árini lærdi hann seg at spæla á urgu, og tí bleiv hann eisini urguspælari í Sands kirkju, sum hann røkti líka til nú.

 

Saman við manskórinum skipaði hann fleiri ferðir fyri evangeliskum fundum í salinum Zion hjá Brøðrasamkomuni á Sandi, har hann bjóðaði mær at vera við sum talara. Hetta vóru góðar og gevandi løtur - nú verða hesar løturnar ikki meira saman við Terja!

 

Terji ringdi stundum til mín og eg til hann, og so fingu vit altið eitt hugnaligt prát. Stundum um gamlar kendar persónligheitir á Sandoynni, um gomlu rutubussarnar hjá Dalsgaardmonnunum í Skálavík, og onkuntíð varð prátið um føroyska skriftmálið.

 

JARÐARFERÐN

Terji andaðist seinnapartin mikudagin 01. september á Landssjúkrahúsinum. Jarðarferðin var úr Sands Kirkju sunnudagin 05. september. Tað var presturin í Sandoynni Havstein Klein, sum hevði prædikuna. Ein góð, hjartalig og persónlig prædika. Tað var ein rørandi løta, tá einkarbarn teirra, dótturin Sonja, stóð inni í kór frammanfyri kistuna hjá pápanum, og bar fram sína seinastu heilsan til sín elskaða babba.

 

Manskórið, sum Terji stovnaði, sang í kirkjuni. Tað var sera vakurt at siga farvæl við Terja við so væl framførdum tónleiki sum hendan sunnudagin í Sands kirkju, tá kistan við Terja varð borin út. Teir skula hava stóra tøkk fyri sín vakra sang.

 

Nógv fólk kom til jarðarferðina, og tí kundu ikki øll fáa pláss í kirkjuni. Veðrið var gott, og tað var ein stór mannfjøld, ið stóð framvið grótgarðinum, tá kistan varð gravsett og prestur lýsti signingina. Boðið var til ervið í Ungmannahúsinum.

 

TERJI, MINNIÐ OG FAMILJAN

Eg vil takka fyri vinarbandi og samarbeiði, sum eg hevði við Terja, og ynski við hesum orðum Guds signing yvir minni eftir Terja Dalsgaard, og má Harrin troysta konuna Guðrun, sum saknar sín kæra mann, mammuna, sum saknar sonin, systkini, sum sakna bróðurin, og dótturina Sonju, sum saknar sín elskaða babba.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Páll A. Klettskarð elskar stóru dystirna…
Afturvend­andi avbjóðingar­nar mugu loysas…
Flogbóltur: U 17 liðini til EM-kapping í…
Myndir frá KÍ - B36
Video: Tá føroyameistaraheitið hjá KÍ bl…
KÍ kvinnur­nar Føroyameistarar 2021
Klaksvík – eitt portur til Evropa
KÍ-kvinnur­nar fáa FM-steypið í dag
Upptakt: KÍ-B36
KÍ vann seinast, men vanliga stendur B36…
Unglingar settu eld á rúsur
Mánakøka (Kina)
HB spælt uttan lógligan venjara – sleppu…
MEGD 40 ár
Vit mugu verja Bústaðir
Stutt Flutt Føroysk Framleiðsla  
Bob Sumareh er toppskjútti í topp 5 dyst…
Veðrið um vikuskiftið
Vit síggjast við Djúpumýru
Norðlýsið á gøtuni