Lýsing
Lýsing
Lýsing

Enn ein stórsigur til Stjørnuna

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  26.09.2021 - 18:46 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

Í dag hevði Stjørnan vitjan at uppflytarunum EB, og sum væntað, so bleiv tað til ein greiðan sigur til heimaliðið. Eftir hálvsleiksstøðuna 22-6, gjørdist endaliga úrslitið 40-14 til Stjørnuna. 

Liðini fylgdust fyrstu sjey minuttirnar, tá støðan var javleikur 3-3. Tað gingu heilir 11 minuttir, til EB fekk sítt fjórða mál, men hesa løtuna hevði Stjørnan skorað ellivu ferðir, og so var dysturin í verunleikanum avgjørdur. Við Duritu Ljósstein, Malene Madsen, Duritu C. Jojic og Tóru Eliasen hevur Stjørnan eina sera sterka verju, sum tað næstan var vónleyst hjá EB at spæla seg ígjøgnum. Hálvleiksstøðan var 22-6 til heimaliðið.

 Gongdin var tann saman gjøgnum allan seinna hálvleik, Stjørnan økti støðugt um leiðsluna, og endaliga úrslitið gjørdist ein greiður sigur uppá 40-14.

Í mun til seinnu árini so hevur Stjørnan ein rættiliga breiðan hóp, og venjarin nýtti eisini møguleikan at geva flestu leikarnum rímiliga spælitíð.

Hesa báðar fystu dystirna hevur Stjørnan vunnið greitt ímóti ávíkavist VB og EB, sum helst eru tey veikastu liðini. Men komandi leygardag, verður uppgávan ein onnur, tá tær skulu til Havnar at leika ímóti Kyndil. Málini hjá Sjørnuni skutu: Katrin 7, Durita J. 7, Tóra 6, Mina 5, Iulia 4, Malene 3, Durita L. 3, Joan 2, Jancy, Sonja og Tóra hvør sítt.                                                                          

Lýsing
Seinastu tíðindini
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar
Seinast KÍ sendi HB úr løgmanssteypi­num…
Júka upp í saman
Norðlýsið á gøtuni
Adrenaline á Summar Festivalin
Veðrið í vikuni
Norðingur bjóðar Klaksvíkingi og Nólsoya…
KÍ kvinnur­nar vunnu í Gundadali í dag