Lýsing
Lýsing

Eydnufarið vann fiskikappingina

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  27.09.2021 - 08:53 Mentan Myndarøð Tíðindi

Árliga fiskikappingin í Norðoyggjum, sum segl -og skúlaskipið Dragin skipar fyri, var leygardagin

Dragin hevur skipað fyri hesar fiskikappingar síðani í nítiárunum.

Dagurin royndist tíanverri sera illa til veður, tí tað regnaði mest sum allan dagin og tráður vindur var av lágætt, og hevði hetta uttan iva ávirkan á fiskaríið.

Úrslitið av kappingini gjørdist hetta:

  • Nr. 1. Báturin 'Eydnufarið' - 168,32 pund. Manning: Jakup Eydnugarð og Mikkjal Pauli Lamhauge. Vinningurin var tveir gávukekkar á 4.000 kr. (Stuðul: Sp/f Kanjon)
  • Nr. 2. Báturin 'Sólmay' - 167,48 pund. Manning: Berint Kalsø og Martin Thorbergsson Johannesen. Vinningurin var tveir gávukekkar á 3.000 kr. (Stuðul: Føroya Sjómannadagur)
  • Nr. 3. Báturin 'Malla' - 159,6 pund. Manning: Hans Edmund Josephsen og Ólavur Gaard. Vinningurin var tveir gávukekkar á 2.000 kr. (Stuðul: KSS - Klaksvíkar Sleipistøð)
  • Stórsta fiskin fekk Jens Mortan Samson. Fiskurin vigaði 3 kg. Vinningurin var ein gávukekkur á 2.000 kr. (Stuðul: Búrhella)

 

Eisini var lutakast millum luttakandi bátarnar, har vinnarin fekk ein gávukekk á 2.000 kr. (Stuðul: Johs.Elektro ). Hetta vann báturin 'Benjamin' við Sólarn Isaksen og Benjamin isaksen

Dragin takkar luttakarar og fyri stuðul til vinningar!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…