Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nú er at hava framskrúvu

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Oliver Joensen  |  27.09.2021 - 17:03 Myndarøð Tíðindi Vinna

Nú heystíð er og útróðurin er farin undir at royna og rygga til vetrarútróðurin, síggjast glottar í fiskiskapinum. Á Søluni í morgun vóru hesir millum aðrar: Stakkavík 4.600 pund, Líðhamar 7.000 pund, Bragd 4.700 pund og Brandur 5.500 pund. Hetta eru nøgdir sum eru heldur frægari enn nøgdirnar hava verið í summar, burtursæð frá royndunum, sum bátarnir hava gjørt á Bankanum.

Harafturat er prísurin góður í løtuni: Toskur 1 fór fyri knappar 35 krónur í meðal, toskur 2 fyri 30 krónur og toskur 3 fyri 23 krónur. Hýsuprísirnir  eru eisini góðir: Hýsa 1 fór fyri 22,5 krónur í meðal, hýsa 2 fyri 30 kr. og hýsa 3 fór fyri 23 krónur.

Tá vit vóru á Stongunum fyri løtu síðani, bar til at koma framat fyri virkseminum hjá Borg á økinum har, tá var nógv stakan av útróðrarfólki, bæði egnarum og útróðrarmonnum. Liðhamar lá norðastur, teir fingu sær helst ein lúr áðrenn fari var avstað aftur, Bragd tað sama og sunnastur lá Norðsøki, teir tóku stamparnar inn. Eyðálvur Vang skipari og reiðari segði, at teir helst fara norður úr Barinum at seta línuna í kvøld.

Annars er heystartíð og menn ganga skurðfjøllini. Janus Sørensen á Brandi segði fyri løtu síðani at teir fara avstað aftur í kvøld, men at tað kundi vera at teir mistu onkran dagin av fjallgongu hesa vikuna.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar
Seinast KÍ sendi HB úr løgmanssteypi­num…
Júka upp í saman
Norðlýsið á gøtuni
Adrenaline á Summar Festivalin
Veðrið í vikuni
Norðingur bjóðar Klaksvíkingi og Nólsoya…
KÍ kvinnur­nar vunnu í Gundadali í dag
Ferðavinnan í Klaksvík sera stórar vakst…
Mjølnir endaði kappingarárið við dupultu…
Myndarøð: KÍ vann 3-0 á B68 í kvøld
Er útslitni vøllurin í Klaksvík orsøk ti…
Nógvir skaðar í tryggum KÍ-sigri
Gamla Seglhúsið ov lítið