Lýsing
Lýsing
Lýsing

Akademiið hjá KÍ í fremstu røð

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  27.09.2021 - 21:04 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

Sunnukvøldið vísti U15-liðið hjá KÍ, at framgongdin er gjøgnum árið hevur verið eyðsýnd.

 

Í gjár var steypafinala hjá U15-dreingjum. KÍ var undan dystinum ikki mett at hava nakran møguleika, men dysturin vísti nakað annað. KÍ-arnir stríddu seg til javnleik í vanligu leiktíðini og høvdu málmøguleikar til at vinna dystin. Tað hevði HB eisini. Í longdu leiktíðini skoraði HB tvey mál. 

Fleiri av teimum sum standa hesum U15-liðnum nær hava víst á, at hetta KÍ-liðið hevur gjørt øgilig framstig síðstu árini, tí hetta er ikki ein árgangur, sum vanliga megnar at spæla upp oti teimum bestu liðunum. Hjá U17 vann KÍ greiðan sigur í steypafinaluni og nú er U13-finalan eftir. Alt hetta vísir, at tað helst er nakað sum verður gjørt rætt á nýggja akademinum hjá KÍ, hóast ein ikki altíð skal leggja alt ov nógv í úrslit í ungdómsfótbólti í mun til stóra endamálið, sum er at skapa leikarar, ið eru nóg góðir til besta liðið ella at oma enn longri enn tað.

 

Steypafinalur hjá KÍ í yngru deildunum 2021:

U17 dreingir: Víkingur-KÍ 1-5

U15 dreingir: HB-KÍ 3-1 (eftir longda leiktíð)

U13 dreingir: KÍ-HB (1. oktober kl. 17.30 á Tórsvølli)

 

U13 gentur: KÍ-NSÍ (2. oktober kl. 10.30 á Tórsvølli)

 

Niðanfyri eru myndir, sum Bjarni Enghamar/FSF tók av U15-finaluni í gjár.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Listaframsýning við Heðin Kambsdal
Mjølnir enda á heimavølli í dag
Metingar um 6. umfar
- Vit eru svangir at svara aftur
Kanjon: Stoyptu 710 rúmmetrar uppá 14 tí…
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum