Lýsing
Lýsing
Lýsing

Gongur við rúkandi ferð í Mentanarhúsinum

SKRIVAÐ: Tekstur og myndir: Dávur Winther  |  29.09.2021 - 11:46 Mentan Myndarøð Tíðindi

Tá ið vit vóru á vitjan í gjár í sambandi við byggifund, vóru heilir 23 mans til arbeiðis í Mentanarhúsinum. Teir hava ligið um eini 20 mans í eina tíð.

Takið hevur serliga verið at fáa gjørt millumbygningin lidnan og tættan, har lyftslokan er stoypt heilt upp á loftið úr kjallaranum, tvær ymiskar gongdir millum posthúsið og nýggju høllini í miðhæddini – Onnur beinleiðis inn í høllina frá posthúsinum og hin frá køksøkinum inn í høllina.

Sama er í kjallaranum og á loftinum har gjøgnumgongdin nú er skipað, so tað í erva slepst inn á svalan og í kjallaranum niður í stóra hølið undir høllini og annars inn á kjallaragólvið í posthúsinum, sum er eitt sindur hægri. Nú er at fáa takið tætt í millum bygningarnar.

Fólkini á byggiplássinum eru skipað í ymisk arbeiðstoymi. Eitt ger klárt til bjálving og klæðing av útveggunum, eitt leggur tak á stóru høllina, eitt leggur nýggjar kloakkleiðingar til nýtt wc-rúm í kjallaranum, eitt hevur gjørt kjallaragólvið í stóru høllini, sum er bjálvað við 30 cm bjálving og ein betonpláta stoypt omaná við gólvhita í. Betonyvirflatan verður síðani slípað niður sum liðugt gólv.

Gólvið í miðhæddini í posthúsinum verður tikið upp og nýtt lagt á. Forarbeiðið til at fáa sett inn eina stóra ventilatiónsskipan uppi á loftinum í posthúsinum, sum ambætar øllum húsinum, er komið væl áleiðis. Eisini verða trappur stoyptar inni og nakrar eru komnar liðugt stoyptar, sum skulu hava onkrar ábøtur.

Málið nú er at fáa húsið tætt. Um fýra vikur kemur stóra portrið omaneftir 12 x 8 m, sum kann latast upp, tá koma eisini vindeyguni og verður takið tá gjørt liðugt samstundis við øllum hinum.

So ikki kann sigast annað, enn at tað gongur við nógvari ferð og væl sæst eftir – Tað er umráðandi at fáa lokað húsið fyri veturin, so til ber at arbeiða inni við hita og annars verða liðugur til komandi summar, sum tíðarætlanin ásetur.

Kunning

Í næstum verður boðið inn til kunning um húsið, har tú eisini kann seta fyrispurningar um, hvat tú kundi hugsa tær at húsið kann brúkast til. Tí ynskiligt er, at øll skulu kunna kenna seg heima í Mentanarhúsinum. hesin fundurin verður í Miðhøllini á Skúlatrøð seint í oktober, sum verður kunnað nærri um seinni

Eisini fer at verða skipað fyri navnakapping, so rætta navnið verður sett á húsið – Mentanarhúsið hevur enn verið eitt arbeiðsheiti.

Samstundis verður arbeitt við at orða eina lýsing, so tað í næstum kann verða søkt eftir stjóra til húsið at kunna byrja fyrst í komandi ári.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark