Lýsing
Lýsing

Eplafestivalurin á Sandi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.09.2021 - 04:20 Mentan Myndarøð Tíðindi

Árligi Eplafestivalurin verður 2. oktober 2021 á Sandi. Gleði tykkum til ein deiligan, bygdasligan og hugnaligan dag við góðum fólki og góðum mati. Á skránni er m.a. góður matur úr føroyskum rávørum, góður tónleikur, stand-up, barnatiltak við gyklarinum Rógva, keypsbásar, pubb og dansur um kvøldið.

Dagurin byrjar kl. 10 við at Sands Kommuna bjóðar til eitt stórt ókeypis morgunmatarborð við føroyskum rávørum í hølunum hjá kommunuskrivstovuni á Mørkini Miklu 3. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Gongutúrur byrjar kl. 11 við Gamla Skúla. Sølustøð lata upp kl. 12 ymsastaðni á Sandi. Her verða góðar føroyskar rávørur til sølu – eitt nú føroyskt grønmeti og føroyskt kjøt. Harumframt verður millum annað djóragarður, loppumarknaður, uppboðssøla av seyði, kajakkrógving, eplakastkapping og ymisk barnatiltøk. Um kvøldið verður dansur í Virkinum við bólkinum Reyn. Dagurin endar, tá síðstu gestirnir fara heim. Sí skránna fyri nærri kunning.

 

Heimamatstovur

Ongin eplafestivalur, uttan ein góðan bita við føroyskum rávørum. Í ár eru fleiri heimakaféir at vitja, har til ber at støkka inn á gólvið og fáa ymiskan mat úr góðum føroyskum rávørum. Sí skránna.

 

Heimakonsertir og stand-up

Fýra hugnaligar heimakonsertir verða ymsastaðni í bygdini og eitt stand-up verður við Elisu Vang. Tónleikararnir sum framføra eru HORRSE (Ragnar Finssom), Sámal Ravnsfjall, Janus á Húsgarði og Herborg Torkilsdóttir. Um tú vil tryggja tær atgongumerki, ber til at keypa atgongumerki til húsakonsertirnar og stand-up her

Um atgongumerki eru eftir, tá tiltøkini byrja, verða tey seld við dyrnar.

 

Eplakast

Eystanfyri húsini hjá Arabo, á stykkinum har brunnurin stendur, verður kapping í eplakasti. Talan er um longdarkast fyri kvinnur, menn, gentir og dreingir. Tilmelding er á staðnum og vinningar verða givnir fyri longsta kast.

 

Tiltøkini á eplafestivalunum eru ókeypis, tó er kostnaður fyri stand-up og heimakonsertirnar 50 kr hvør.

So lat teg í tín besta jakka og kom við til ársins eplafestival 2021 á Sandi !

Meira kunning um Eplafestivalin sæst á facebook síðuni: facebook.com/eplafestivalurin

 

Skráin

10.00 - 12.00 Sands kommuna bjóðar góðan morgunmat við heimabakaðum bollum og

stuttfluttum viðskera (Mørkin Mikla 3)

11.00             Gongutúrur við Róanum Clementsen. Byrjar við Gamla skúla og gingið verður út

eftir Nýpuni og út í Sprutthol

12.00 - 16.00 Djóragarður omanfyri hoyløðuna hjá “Beggu- Jógvani”. Eisini ber til at keypa

kaffi/the og okkurt søtt afturvið

12.00 - 17.00 Kappingin "Leita eftir eplamonnum/kvinnum" (Kappingarreglur eru á

kommunuskrivstovuni)

12.00 - 17.00 Kajakkrógving á Sandsvatn er opið (Tilboð 100 kr fyri 2 tímar - ring 505670)

12.00 - 17.00 Loppumarknaður og onnur søla í Virkinum

12.00 - 19.00 Lions Tindur. Listaframsýning í Virkinum. Øll verkini eru til sølu. Ágóðin fer til vælgerandi

endamál. Møguligt er at vinna listaverk, stuðlað av MOWI. Hvørt atgongumerki kostar 20 kr og er samstundis ein lutaseðil.

12.30             Traktor parada. Byrjar við Sands skúla og koyrt verður út eftir Ovaravegi og runt

13.00 -           Matarstøð/Kaféir og Veltan lata upp

13.00 - 17.00 Miðstovugarður hevur grønmetissølu við pubbina (Heimasandsvegur 45)

13.00 - 17.00 Mat & Moldmentanarháskúlin er opin

14.00 - 02.00 Pubbin hjá Árabo er opin (Heimasandsvegur 45)

14.00              Kapping í eplakasti niðanfyri hjá Árabo (Heimasandsvegur 45)

14.30             Dansitiltakið Girl Hop Crew í Virkinum

14.30             Gunnar Bjarnason heldur ein fyrilestur um epli á Bókasavninum

15.00             Neytalortakapping

15.30             Barnatiltak við Gyklarinum Rógva í Virkinum

17.00 - 17.45 Herborg Torkilsdóttir konsert hjá Barbaru Vang, Sandabrekkan 4. Kaffi/the

og okkurt søtt verður eisini til keyps

18.00 - 18.45 HORRSE (Ragnar Finnsson) konsert hjá Dagunn Jógvansdóttir og Eyðfinn

Clementsen, Koytugøta 6

19.00 - 19.45 Stand-up (Uppistand) við Elisu Vang hjá Jacobinu Fagradal, Í Nesi 7

20.00             Uppboðssøla av seyði út við Pubbina hjá Árabo

20.00 - 20.45 Janus á Húsagarði konsert hjá Marnar og Beintu Højsted, Ovarivegur 57

21.00 - 21.45 Sámal Ravnsfjall hjá Adu Horn, Miðgøta 5 (inneftir læknavegnum)

21.45             Pubbin hjá Árabo: Eftir konsertina hjá Sámal Ravnsfjall fara Oddfríður og

Sunnleiv Rasmussen at bera fram yrkingar og søgur

22.30              Felagssangur í Virkinum

23.30              Dansur í Virkinum við bólkinum Reyn

 

 

Matarstøð og annað

 

Nescafé nr. 16

Í Nesi 16. Frá kl. 13.00-22.00. Vit taka ímóti gjaldskorti. Her fæst m.a.:

- Heimabakað smurt breyð við føroyskum viðskera

- Fiskasuppa

- Føroyskar vørur úr Skemmugarði, td. Suðuroyarsperlar, sviðin seyðarhøvd, nýupptikin eplir, rullu- kjøt-& blóðpylsur.

- Heimagjørt frá @Pauladóttur

- Kaffi, te, sunkist, øl, vín og cider.

- Kl 13, 15 & 17 fletta vit 1 lamb, og verður væl greitt frá, meðan flett verður.

Alt av lambinum verður tikið til høldar.

 

Kafe stuttflutt í hoyløðuni á Reynatúgvu.

Heimasandsvegur 84. Frá kl. 13.00-20.00. Bert kontant søla. Vit selja:

Pettað/taðað ræst kjøt við rótamos, stuttflutta kjøtsuppu, kaffi/te og okkurt søtt afturvið. Eisini ermøguligt at keypa vøru úr Dalsgarði, so sum ræst kjøt, garnatálg, kjøtpylsu, skerpikjøt í leysari vekt, sápuog krem.

 

Kafé Muh Muh

Hoyggjhúsið á klovanum. Vit hava opið frá kl. 13.00-04.00. Vit taka ímóti gjaldskorti.

Vit selja Fisk&kips, popkorn, candyfloss og eplahvirlur

 

BinuKafe

Í Nesi 7 (Í Bilhúsinum). Vit hava opið 13:00 - 19:00. Vit bjóða:

Súpan, kaffi/te og søtt afturvið. Grønmetið frá Uttastovugarðinum fæst eisini til keyps.

Klokkan 19:00 hevur Elisa Vang Stand-Up

 

Kramarhúsið

Sølubúð í bilskúrinum á Ágarði 6. Vit hava opið 13:00 - 17:00

Kom og fyll kramarhúsið við rabarbuísi, bróstsukri, slikkipinnum, poppkorni og øðrum góðum. Eisini bertil at fáa sær ein drekkamunn og nýbakaðar vaflur.

Grønmetissøla

Heimasandsvegur 127

Smáepli/petitepli og spísskál.

Hárfríðkan við Tóru Knudsen

Í Nesi 6. Vit hava opið 14:00 - 16:00. Kaffi/te, kaku og okkurt leskiligt til børnini. Samstundis kunnu børn ella barnsligar sálir fáa flætta hár og/ella lit spray! Prísir:

Flætta 100kr

Lit 50kr

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin