Lýsing
Lýsing
Lýsing

Klaksvíksleiðin eitur nú FLYTA

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  01.10.2021 - 12:05 Tíðindaskriv Tíðindi Vinna

Tað var í mai í ár, at fyritøkan skifti eigarar, og nú verður navnið á fyritøkuni eisini skift. Framyvir skal fyritøkan eita FLYTA, sum er eitt meiri sigandi navn, fyri tað virksemið, sum er í fyritøkuni, sigur Jógvan Skorheim, stjóri.

- Í dag flyta vit vørur kring alt landið, har tað er landfast. Vit flyta nógv fyri nethandlar, smiðjur, bilverkstøð, ja entá eru tað fleiri privatir borgarar, ið nýta okkum til at flyta inbúgv og annað, sum eitt nú er keypt á Rótikassanum, sum er kendur frá Facebook.

- Endamálið við hesum navnaskiftinum er millum annað, at fyritøkan fær eitt lættari navn, eitt meiri sigandi navn og eitt grafiskt andlitslyft.

Umframt navnabroyting, hevur fyritøkan eisini víðkað um eigaraskaran, sum nú eisini telur Jógvan Andersen, sum er kendur sum eigari og stjóri av fyritøkuni Qodio, sum arbeiðir við heimasíðuloysnum og grafiskum arbeiði. Tað er eisini Qodio, ið hevur gjørt nýggja samleikan.

- Vit vænta okkum nógv av samstarvinum við Jógvan Andersen. Hann hevur drúgvar royndir við talgildum loysnum, og saman við honum og hansara dugnaligu starvsfólkum á Qodio, vóna vit at vit kunnu gera enn fleiri smartar loysnir, ið kunnu tæna okkara brúkarum og flyta fyritøkuna enn longur fram, sigur Jógvan Skorheim.

FLYTA hevur fingið nýtt telefonnummar, sum er 200 300, men gamla telefonnummarið virkar eisini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund