Lýsing
Lýsing

Pál Weihe á palli á Sólorkutúri

SKRIVAÐ: Tekstur og myndir: Oliver Joensen.  |  01.10.2021 - 22:28 Myndarøð Tíðindi Vinna

Norðlýsið er við á Sólorkutúrinum í Albir í Spaniu. Tað var blaðið Fyndin, ið ynskti at gera nakað burtúrúr tiltakinum Sólorku og til tess var brúk fyri Oliver Joensen, myndamanni á Norðlýsinum.

Vit fóru úr Føroyum hósdagin í vikuni (30). Orsakað av veðrið gekk eitt sindur striltið at koma fram, men um trý tíðina náttina til fríggjadagin vóru vit frammi, hóast vit fóru frá húsum um 11 tíðina hendan hósmorgunin.

Fúgvitúrurin tók einar fýra tímar ella so. Vit fingu so góða umsorgan frá flogternunum hjá Atlantic at tíðin umborð á flogfarinum kendist als ikki long.

Lend í Alkanti tóku Tróndur Djurhuus og Unn kona hansara ímóti okkum, saman við fyrikomandi toymi teirra. Alt gekk sum eftir ánni.

Vit høvdu als ongar truppulleikar av at koma inn í landið. Øll pappírir vóru í lagi paseftirlit og tolleftirlit gingu sera skjótt. Vit vóru øll koyrd í bussar, sum koyrdu okkum til hotellið í Albir. Busstúrurin tók lítlan tíma. Á hotellinum var borðreitt fyri okkum.

Men sjávandi, túrurin hevði verið langur, so nú vit vóru víst á kømurini á miðjari nátt var tørnað inn.

Longu klokkan 11 morgunin eftir skuldu vit møta upp til ein kunningarfund, so neyðugt var at eta morgunmat áðrenn tað.

Vit skulu blíva her í eina góða viku, so enn eru vit ikki orduliga heima her. Men tað vit higartil hava sæð hevur verið sera professionelt og partentliga væl fyriskipað.

Dagurin í dag hevur í veruleikanum verið ein hvílidagur. Ongar útferðir hava verið, tó hava vit gingið stutta teinin oman á strondina. Vit hava sóla okkum og onkur hevur tikið nøkur tøk í svimjihylinum. Hitin í luftini hevur verið upp í móti 27 hitastigum.

Áðrenn vit fingu døgurða var undirhald á pallinum uttanfyri hotelið. Staðið hevur navnið “Vaglið” eftir Vaglinum í Havn. Hanna og Terji undirhildu við tónleiki, sangi og felagssangi.

Síðani hevði Tróndur Djurhuus eitt sera stuttligt og viðkomandi prát við Pál Weihe, yvirlækna, har vit fingu nógv forvitnisligt at vita um Pál, sum fáður mundi vita áðrenn. Sera væl úr hondum greitt.

Síðani trein Robert McBirnie upp á pallin, sum tann vælkendi "Jákup Pauli", ið er ein fiktivur persónur, men eitt vælkent andlit millum tey, ið hava verið við Sólorku áður. Tá fingu teir báðir láturin at runga og klappsalvurnar mundu ikki fingið enda.

Seinast á skránni í kvøld var dansur úti. Tað var Hallur Joensen og hansara menn, ið stóðu fyri tí og sagt var at hetta var fyrsti bólkurin, ið hevði fingið loyvi at hava dans her í Spaniu, líka síðani koronareglur vóru settar í verk fyri at tálma sjúkuni, og tað er langt síðani. Men myndugleikarnir kravdu tó at dansað var við munnbindi, eisini um tað vóru kona og maður, ið dansaðu.

Tit frætta meira frá okkum komndi dagarnar.

Niðanfyri myndir frá túrinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin