Lýsing
Lýsing
Lýsing

Játtaðar ískoytiskvotur av svartkjafti í 2021

SKRIVAÐ: Fiskimálaráðið  |  04.10.2021 - 15:38 Tíðindaskriv Vinna

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur tikið avgerð um at játta ískoytiskvotur av svartkjafti til fýra skip.

Ískoytiskvotur verða latnar samsvarandi áseting í § 49, stk. 2 í sjófeingislógini fyri at styrkja um kvotugrundarlagið hjá ávísum fiskifari. Tøka kvotan at søkja um var 12.640 tons av svartkjafti umframt 1.178 tons av svartkjafti, sum eru flutt frá 2020.

Ískoytiskvotur av makreli og norðhavssild vórðu í 2020 lutaðar út fyri 5 ár fram, og tí kann í 2021 bert søkjast um svartkjaft.

7 umsøkjarar hava søkt um ískoytiskvotu av svartkjafti. Av hesum lúka 4 umsóknir treytirnar sambært  sjófeingislógini. Tær umsóknirnar eru:

  • P/F Jókin – m/s Arctic Voyager
  • P/F Thor Fisheries – m/s Hoyvík
  • P/F Jupiter – m/s Jupiter
  • P/F Kinnfelli – m/s Katrin Jóhanna

Landsstýrismaðurin hevur tikið avgerð um, at kvotuparturin til hvørt fiskifar verður 3.160 tons av svartkjafti.

Harumframt skal flutta nøgdin frá 2020 á tilsamans 1.178 tons leggjast afturat at kunna verða veidd í 2021. Av fluttu nøgdini fær hvørt av hesum somu fiskiførum sostatt 294,5 tons at fiska í 2021.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…