Lýsing
Lýsing
Lýsing
Veðrið darvar, og sum sæst á myndini eru øll flogførini í dag "Cancelled". Men sum einasta blað, ið enn verður prentað í Føroyum, verður Norðlýsið "on time". | Mynd: Vága Floghavn.

Hóast regn og sút, kemur Norðlýsið út

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.10.2021 - 22:11 Tíðindi Veðrið

Veðrið og flogferðslan arga ikki bara uttanríkisráðharran og U21-landsliðið hjá Norður-Makedonia, men eisini bløðini Dimmalætting og Sosialin. Vegna avlýsingar í flogferðsluni koma tey bløðini ikki út sum ætlað í morgin, fríggjadagin. Men Norðlýsið, ið verður prentað í Føroyum, kemur út sum vant.

Fyrr í ár gjørdu tey bæði stóru bløðini í miðstaðarøkinum av at lata Prentsmiðjuna aftur og heldur at lata bløðini prenta í Danmark. Tað hevur nú sínar avmarkingar við sær, tí onki flogfar við bløðunum umborð er lent í dag. Hetta hevur eisini havt við sær, at eitt nú vitjanin hjá Jeppe Kofod, danska uttanríkisráðharranum, er útsett ella møguliga verður avlýst, tí Kofod er endaður í Noregi, eins og U21-liðið hjá Norður-Makedonia liggur veðurfast í Føroyum-

Norðlýsið, sum í dag er tað einasta føroyska tíðindablaðið, ið verður prentað í Føroyum, kemur út, sum tað skal.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð