Lýsing
Lýsing
Lýsing
Eitt sindur av hvørjum hesa vikuna. Allar ættir og vindferð úr næstan ongum og upp ímóti stormi. Turt við sólglottum, men eisini samregn og ælaveður við vátakava. | Mynd: Árni Jacobsen

Veðrið hesa vikuna

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  18.10.2021 - 02:00 Tíðindi Veðrið

Tvey sera ymisk lágtrýst fara at standa fyri veðrinum í Føroyum hesa vikuna. Tey ferðast eina leið sunnan fyri Føroyar og eystureftir. Tað fyrra av teimum er djúpt og máttmikið, og tað ávirkar longu í dag veðrinum her hjá okkum – ættin er um landsynning í dag og í morgin. Mikudagin er tað farið eystur um Føroyar. Tá kemur høgættin – og hon liggur mikudagin og hósdagin.

Fríggjadagin er tað farið so langt eysturum, at tað missir takið á veðrinum her hjá okkum, og ein hátrýstryggur við góðum veðri av útsynningi ella vestri fer at stinga seg upp til okkara. Góða veðrið er fríggjadagin og stóran part av leygardegnum.

Sunnudagin nærkast næsta lágtrýstið, og so er lágættin aftur. Tað lágtrýstið er als ikki so djúpt, sum tað fyrra, sum er nevnt omanfyri.

Veðrið hesa vikuna – ítøkiligt dag fyri dag:

Mánadag: Landsynningur – vindferðin minkar úr 10 til 15 m/s í morgun niður í 8 til 13 m/s í kvøld. Yvirhøvur turt fyrrapartin, ælaveður seinnapartin – og fitt av regni í kvøld. Hitin liggur um 8 til 10 stig.

Týsdag: Útsynningur-sunnan á morgni, 5 til 10 m/s, men minkandi út á dagin. Um kvøldið eru undir 5 m/s. Ælaveður um náttina, men tað slítur í út á morgunin, og so er turt allan partin. Hitin liggur um 10/11 stig.

Mikudag: Landnyrðingur-norðan, 10 til 15 m/s á morgni, sum veksur upp í 15 til 20 m/s út á seinnapartin. Tað minkar ikki fyrr enn nakað er ligið út á kvøldið. Regn allan dagin, og hitin fer at liggja um 5 til 8 stig.

Hósdag: Minkandi vindur av landnyrðingi-norði, úr 15 til 20 m/s um náttina niður í 10 til 15 m/s á middegi og undir 5 m/s um kvøldið. Ælaveður við regni ella vátaslettingi, og hitin fer at liggja um 4 til 6 stig.

Fríggjadag: Minkandi vindur av landnyrðingi-norði, úr 15 til 20 m/s um náttina niður í 10 til 15 m/s á middegi og undir 5 m/s um kvøldið. Ælaveður við regni ella vátaslettingi, og hitin fer at liggja um 4 til 6 stig.

Leygardag: Eitt lítið lot av útnyrðingi-norði, undir 5 m/s, um náttina og fyrrapartin. Seinnapartin fer hann at mala úr ymsum ættum, men um kvøldið fer hann at koma út útsynningi. Vindferðin fer neyvan upp um 5 m/s fríggjadagin. Yvirhøvur turt – tó okkurt æl í støðum við regni. Hitin fer at krúpa seg upp í 8 til 10 m/s.

Sunnudag: Sunnan, vindferðin veksandi úr 5 m/s um náttina upp í 7 til 12 m/s um kvøldið. Yvirhøvur turt allan dagin, og hitin fer at liggja um 9 til 11 stig.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Listaframsýning við Heðin Kambsdal
Mjølnir enda á heimavølli í dag
Metingar um 6. umfar
- Vit eru svangir at svara aftur
Kanjon: Stoyptu 710 rúmmetrar uppá 14 tí…
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum