Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ræðsluhúsið í Klaksvík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.10.2021 - 07:34 Mentan Tíðindi

30. oktober letur Ræðsluhúsið í Klaksvík aftur dyrnar upp fyri ræðsluslignum gestum, nú tóma loftið í Klingrugarði 10. er umskapað til eina villiniborg, har ófriður og nøtran reika millum trongu veggirnar

Minnist tú Ræðsluhúsið hjá Klaksvíkar sjónleikarafelag? Hesi ikonisku gulu læknahúsini í Klaksvík, sum í 2019 vóru umskapaðið til eitt stað, har djúp ræðsla, ring marra og myrkur ótti, vóru manaði fram úr tí goymda, og inn í veruliga veruleika tín?

Rennur tað tær kalt niður eftir rygginum sum tú lesur hettar, so er tú ein av teim, ið vitjaðu Ræðsluhúsið -og var so heldigur at sleppa út aftur í livandi líki!

Íðan, tað var møguliga tú sum pissaði í buks av berum bangilsi? Ella sum rópti eftir mammuni, tá ið tín seinasta løta tyktist nær? Um tú kennir teg aftur, sum tann ið skumpaði systur tína framman fyri teg, í vón um at ræðuleikin tók hana heldur enn teg, so er hettar onki at skamma teg yvir. Soleiðis er við Ræðsluhúsinum: tað kallar fram kenslur og týðiligger síður av tær sjálvum, ið tú ikki vildi kennast við frammanundan.

Í stórsligna tómleikanum uppi á loftinum í Spinnarínum í Klaksvík, hevur í rúma tíð kvirra valdað. Ja ein kann siga, at loftið hevur ligið stein deytt -og tá ikki uppá tann góða mátan! Tí er tað uppá tíðina, at Klaksvíkar sjónleikarafelag enn einaferð fyllur loftið við lívi -og deyða.

30. oktober 2021 letur Ræðsluhúsið í Klaksvík aftur dyrnar upp fyri ræðsluslignum gestum, nú tóma loftið í Klingrugarði 10. er umskapað til eina villiniborg, har ófriður og nøtran reika millum trongu veggirnar.

Ver vælkomin til eina óunniliga vitjan í ræðslunnar villiniborg. Men ansa eftir. Ikki villast.

Atgongumerkir kunnu keypast á atgongumerki.fo. Og um tú kennir teg heldigan, so er at leita tær inn á Facebook síðuna hjá Klaksvíkar sjónleikarafelag, har tað ígjøgnum spurnarkappingar, verður møguleiki at vinna atgongumerkir til Ræðsluhúsið. Góða eydnu!

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB